Hondbóltur

Team Klaksvík vunnið heiðursmerki á fyrsta sinni

Klaksvíkingar vunnu bronsudystin móti vestmenningum í dag. Brotskastkapping skuldi til.

(Mynd: HSF)

(Mynd: HSF)

2022-04-02 20:36 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Team Klaksvík hevur vunnið heiðursmerki í fremstu hondbóltsdeildini fyri fyrstu ferð.

Hetta hendi í Vestmanna í dag, tá Team Klaksvík vann spennandi bronsudyst móti VÍF í Burn endaspælinum. Vanligi dysturin endaði 28-28, síðani var leikt eykatíð, sum endaði 31-31. Hereftir var farið til brotskast kapping, sum Team Klaksvík vann. 

Úrslitið var 35-34.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder