Fótbóltur

Teitur Gestsson ikki við til fyrstu dystirnar

HB-málverjin hevur vant eitt sindur seinastu dagarnar, men tað verður mett, at hann ikki er nóg birgur til landsdystirnar. Málverjin hjá NSÍ er sum skilst boðsendur.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2024-09-06 10:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Teitur Gestsson verður ikki mettur at vera nóg birgur til landsdystirnar, sum eru fyri framman móti Norðurmakedonia og Lettlandi.

Tað er serliga brákaða rivjabeinið hjá Teiti Gestsson, sum hevur givið HB trupulleikar síðani stoytin frá Arnbirni Svensson í Sarpugerði.

Tað eru nú tvær vikur síðani. Teitur hevur ikki fingið spælt fyri HB síðani og hevur ikki vant fult við hjá landsliðnum í vikuni. Í gjár, hósdagin, varð ein roynd gjørt, og hóast tað gekk væl, er 32-ára gamli málverjin ikk heilt til reiðar at spæla dyst.

Hesa metingina hava lækna-og venjaratoymi og Teitur sjálvur gjørt í gjár, siga okkara upplýsingar.

Harvið skal royndi málverjin aftur sita og hyggja, meðan landsliðið spælir: Seinastu tvey árini hava skaðar og útbúgving lagt meinbogar í vegin til fleiri landsdystir.

Sum skilst skal ein annar málverji úr 1992 árganginum avloysa Teit Matras Gestsson. Kristian Joensen úr NSÍ er boðsendur.

Kristian hevur staðið væl seinastu tíðina. Hann hevur ikki verið á A-landsliðnum seinastu árini.

[object Object]Kristian Joensen til høgru og Gunnar Nielsen frá landsliðsvenjing fyri tíð síðan (Mynd: Sverri Egholm)

Alt bendir nú á, at Bárður á Reynatrøð fer at byrja báðar dystirnar. Tað skulu vera tríggir málverjar til landsdysttir - krav frá UEFA. Silas Eyðsteinsson úr B36 er eisini í hópinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder