Fótbóltur

Televarpið økir um framleiðsluna

Frásøgufólk verða í ár til allar dystirnar, hæddarpunkt verða tøk stutt eftir dystirnar, og meira verður gjørt við endurtøkur (replay).

NSÍ verður á Rás 1 leygardagin (Mynd: Sverri Egholm)

NSÍ verður á Rás 1 leygardagin (Mynd: Sverri Egholm)

2020-05-05 15:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðani tað fríggjadagin varð kunngjørt, at Betrideildin hjá monnum verður at síggja í norskum sjónvarpi fram til í juli, hevur tað fylt nógv í kjakinum og í prátinum um føroyska fótbóltsheimin. Tað verður tó ikki á TV2 Norge, at íbúgvarnir í Føroyum kunnu síggja Betrideildinia, men eins og í fjør: Hjá Televarpinum.

Avtalan um rættindini millum Fótbóltssamband Føroya og Televarpið kom í lag tíðliga í 2019, og í fjør sendi Televarpið frá øllum 27 umførunum. Ein høvuðsdystir var hvørt umfar, sum var á Rás 1, og sum harvið var ókeypis. Har vóru frásøgufólk, viðmerkjari, endurtøkur og grafikkur.

Tá allir dystirnir ikki lógu samstundis ella hvønn dag, varð onkutíð nógv gjørt við tveir dystir í hvørjum umfari, men tað skuldi gjaldast fyri teir, sum vóru á R2, R3, R4 og R5, uttan so at ein hevur Stórapakka +, og tað var ikki frásøgufólk til allar dystirnar.

Rásirnar 2-5 verða framvegis gjaldsrásir, upplýsir Televarpið, og dystirnir kunnu síggjast í sjónvarpinum, á appini, á netvarpinum (tv.fo) og á IPTV. Rás 1 er framvegis ókeypis, um so ein hevur Televarp-hald ella ikki. NSÍ - TB verður á Rás 1 leygardagin, hevur Televarpið upplýst í dag.

Tríggjar høvuðsbroytingar verða í ár, hava vit fingið upplýst:

Frásøgufólk

Nú verður frásøgufólk til allar dystirnar í hvørjum umfari. Seinastu tíðina eru fleiri frásøgufólk knýtt til framleiðsluna hjá Televarpinum.

Hæddarpunkt:
Í fjør vórðu nógv ið saknaðu at fáa hæddarpunkt frá dystunum sama kvøld ella tíðliga dagin eftir. Tað hevði 3-2 hjá Kringvarpinum staðið fyri árini frammanundan, men tá Televarpið ognaði seg rættindini, kundi 3-2 ikki senda hæddarpunktini fyrrenn í fyrsta lagi 24 tímar eftir dystarlok. Televarpið framleiddi ikki hæddarpunkt á sama hátt, men í ár verða hæddarpunkt frá øllum dystunum tøk á Rás 1 sama kvøld, frætta vit frá framleiðaranum 

Endurtøkur:
Arbeitt verður at vísa endurtøkur til fleiri dystir. Miðja verður eftir, at replay verður víst til allir fimm dystirnir í hvørjum umfari seinni í ár.

Betrideildin byrjar leygardagin 9. mars.

Les meira: Her er dystarskráin fyri leygardagin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder