Fótbóltur

Tey bestu bresta saman

HB hevur ikki tapt í tríggjar mánaðir og verjir framvegis Løgmanssteypið. Víkingur skal vinna í kvøld fyri at halda fast í greipumøguleikanum. Fyrsta bríksl í Sarpugerði verður klokkan 18.30.

Víkingur vann, tá liðini spældu í Sarpugerði seinast. Nú er steypafinaluplássið uppá spæl (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Víkingur vann, tá liðini spældu í Sarpugerði seinast. Nú er steypafinaluplássið uppá spæl (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-06-19 13:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinnu hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið verða spældar í kvøld. Lagt er upp til stóran spenning - serliga um dystin í Sarpugerði, har tey bæði bestu liðini í 2024 bresta saman.

Seinnu hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið
Í dag, mikudagin 19.08

17.30: B36 - TB (0-1)
18.30: Víkingur - HB (0-1)

Dystirnir verða vístir í Televarpinum.

Les eisini: 
Finaluliðini verða funnin í kvøld
Stórur spenningur í báðum hálvfinalunum
TB ger nógv burturúr í høvuðsstaðnum

Víkingur tapti fyrru hálvfinaluna. Liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen hevur annars bert tapt ein dyst í landskappingini - í Klaksvík 12. mai. Úrslitið í Gundadali merkir, at nakað av trýsti er á Víkingi, sum í minsta lagi skal vera frammanfyri HB eftir 90 minuttir í kvøld, um greipumøguleikn skal vera har.

Víkingur hevur víst styrki í ár. Talan er eisini um eitt satt steypalið, sum leggur nógvan stoltleika í tað at spæla steypafinalur.

HB er verandi steypavinnari og hevur vunnið Løgmanssteypið trý útav teimum seinastu fimm árunum. Í 2019 og 2020 var tað móti júst Víkingi. 2020 er seinasta dømi um føroyskt lið á manssíðuni, ið hevur ognað sær greipuna.

[object Object]
HB vann Løgmanssteypið í fjør eftir brotssparkskapping móti B68 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Liðið hjá Adolfo Sormani hevur ikki tapt síðani í 2. umfari í Betrideildini. Hetta var í Sarpugerði fyri beint yvir trimum mánaðum síðani. Síðanio hevur HB bert vunnið, og harvið er eitt stórt sjálvsálit í hópinum, sum vitjar í Sarpugerði í kvøld.

Eins og í fyrru hálvfinaluni, so kann ein tættur dystur væntast, har Víkingur fer at hava bóltin nakað meira. HB hevur víst seg, at bæði vilja og duga hetta fínt, men nú íhvussu er Bartal Wardum er úti, so er verjuparturin sum útgangspunkt nakað viknaður. 

[object Object]

[object Object]
HB'arnir fegnast eftir síðsta bríksl í fyrru hálvfinaluni. Tað er tó eitt torført at gera uppgávuna lidna í Sarpugerði (Myndir: Sverri Egholm)

[object Object]
Noah Mneney fær møguliga sín fyrsta dyst fyri HB í kvøld - her fyri Víking móti júst HB (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Sagt verður frá nógvum vindi í kvøld, men útsynningur sigst at ikki vera so galin við Sarpugerði. Eftir ætlan verður fyrsta bríksl í seinnu steypahálvfinaluni millum HB og Víking klokkan 18.30.

Til ber at fylgja við á portal.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder