THW Kiel hevði aftur eitt tungt kappingarár í fjør, men hetta føroyingafelagið í Bundesliguni hevur fingið flúgvandi byrjan:
Nú fimm dystir - og fimm sigrar.
Í fjør tapti Kiel báðar dystirnar móti Eisenach. Men í kvøld knógvaðu Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir Eisenach. Hetta í ógvuliga tøttum dysti.
Tað var javnleikur, 14-14 í steðginum, og heimaliðið vann sær fyrimunin fyrstu løtuna eftir steðgin.
Men Elias Ellefsen á Skipagøtu kom inn, tá umleið eitt korter eftir, og føroyingurin var við at koppa tí. 24-ára gamli hoyvíkingurin skoraði millum annað til 27-25.
Hetta var týðandi, tí tað endaði 28-27. Heimaliðið kundi javna í seinastu løtu, men Gonzalo Perez de Vargas bjargaði royndini.
Samanlagt skoraði Elias á Skipagøu trý mál uppá tríggjar málroyndir og legði upp til flest mál hjá Kiel - fýra. So samanlagt sjey mál/pllegg uppá 22 leikminuttir. Føroyski spælskiparin og slovenski spælskiparin, Domen Makuc, spældu so at siga eins nógv. Makuc hevði ikki nakað serliga gott kvøld.
Kiel er nú á odda við tíggju stigum. Í morgin, leygarkvøldið, spæla Vilhelm Poulsen og Hannover-Burgdorf á útivølli móti SG BBM Bietigheim - sunnudagin seinnapartin eru Hákun West av Teigum á útivølli móti Bergischer.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald