placeholder
Fótbóltur

Tíðindafundur og venjing á olympiska leikvøllinum seinnapartn

Føroyska liðið venur á stóra og vakra leikvøllinum, sum verður karmur um dystin leygarkvøldið.

Á hesum stóra leikvøllinum venja føroyingarnir í dag
(Mynd: Sverri Egholm)

Á hesum stóra leikvøllinum venja føroyingarnir í dag (Mynd: Sverri Egholm)

2018-11-16 07:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Baku, Aserbadjan (Portalurin) - Fyrireikingar til UEFA Nations League dystin í Aserbadjan halda fram. Í dag hevur føroyska liðið tað almennu venjingina á Baku Olympic Stadiu; hetta er seinasta venjing hjá Føroyum undan dystinum leygardagin.

Sí eisini: Nærkast leygardegnum og leikvøllinum

Tað tykist greitt hvussu føroyska liðið fer at stilla upp, og nøkulunda hvussu Lars, Jóannes og teirra menn fara at spæla dystin.

Sí meira:
Rituvikingurin í Aserbadjan-ætlar sær at taka av møguleikanum
Status úr Aserbadjan
Leikararnir skulu vita liðið áðrenn tit

Tíðindafundurin í morgin er klokkan 16.00. Venjingin á leikvøllinum, ið tekur beint undir 70,000 áskoðarar, byrjar eftir tíðindafundin.       

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder