placeholder
Hondbóltur

Til ber at fylgja søguliga dystinum móti Týsklandi á FM1 og Portalinum

Beinleiðis upptaktssending úr Dortmund verður á FM1 frá klokkan 18 - bloggur verður á Portalinum frá klokkan 17.00 og undir øllum dystinum. Eftir fyrsta dystin í miðumfarinum fáa vit viðmerkingar.

Rakul Wardum fegnast í frálíka avrikinum móti Spania - hon skal aftur standa ein stóran dystin í kvøld, um Føroyar skulu kappast um stig móti stórari hondbóltstjóð (Mynd: Sverri Egholm)

Rakul Wardum fegnast í frálíka avrikinum móti Spania - hon skal aftur standa ein stóran dystin í kvøld, um Føroyar skulu kappast um stig móti stórari hondbóltstjóð (Mynd: Sverri Egholm)

2025-12-02 15:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar spæla aftur í dag ein søguligan hondbóltsdyst í Týsklandi. Hetta verður fyrsti dystur í einum miðumfari hjá einum føroyskum A-landsliði í einum endaspæli.

Les eisini: Dystardagur - møta vertstjóðini í kvøld

Føroysku kvinnurnar spældu seg víðari við tveimum sigrum í Trier í síðsti viku: Einum ómetaliga flottum á Spania, sum endaði í topp-fýra í HM í bæði 2019 og 2021, og einum sannførandi sigri á Paraguai.

Nú skal liðið hjá snilda Claus Mogensen - og øllum Føroyum - taka góðu taktirnar og sjálvsáltið við til Dortmund. Tað er eisini neyðugt, tí næstu fimm dagarnar skulu Føroyar spæla tríggjar harðar dystir í stóru Westfallenhalle.

Tann fyrsti er tann truplasti á pappírinum: Týskland frammanfyri áleið 8.000 heimaáskoðarum. Vertirnir vunnu trygt í sínum trimum bólkadystum og eru størstu favorittarnir at koma víðari til fjórðingsfinalurnar.

HM miðumfar - bólkur II

1. Týskland 4 stig
2. Spania 2 stig
--------------------
3. Montenegro 2 stig
4. Føroyar 2 stig
5. Serbia 2 sitg
6. Ísland 0 stig

Tvey lið koma víðari úr bólkinum
Trý umfør verða spæld - liðini ið vóru í bólki saman í síðstu viku spæla ikki ímóti hvørjum øðrum aftur í Dortmund

Fylg við á Portalinum og FM1 í kvøld

Eins og Trier, er okkara sterka toymið á staðnum í Dortmund og fylgir føroyska liðnum tætt.

Klokkan 18 reikar Pætur Nolsøe fyri sending á FM1, har hann tekur pulsin á áskoðarum og øðrum til føroysku upphitingina.

lurta á FM1 her - ella á vanligu frekvensunum

Sí eisini: 
200 tódnar niður í 50
Føroyingar í Dortmund savnast í fjepparaøkinum undan dystinum

Longu klokkan 17.00 verður latið upp fyri beinleiðis blogginum á Portalinum, har tað feskasta eisini kemur við upp til dystin. Og undir sjálvum dystunum móti Týsklandi dagføra Ingi Samuelsen og Sverri Egholm við teksti og myndum.

Aftaná veður tikið saman um við samrøðum og øðrum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder