Tríggir dystir í bestu donsku kvinnudeildini og ein dystur í bestu mansdeildini verða spældir í kvøld, og føroyingar eru íblandaðir í øllum.
Kvindeligaen
17.30: Høj Elite - Team Esbjerg (TV2 Sport/TV2 Play)
Marita Mortensen og liðfelagarnir taka ímóti oddaliðnum í sjónvarpsdysti
17.30: Ikast Håndbold - Horsens Håndbold Elite
Liðið, sum Claus Mogensen er venjari hjá, tekur ímóti Mariu Pálsdóttir Nólsoy og HH Elite
18.00: Viborg - Sønderjyske
Jana Mittún og hinar eru favorittar í hesum heimadystinum
Støðan í deildini
Herreligaen
19.30: Høj Elite - GOG (TV2 Sport/TV2 Play)
Óli Mittún skal í gongd aftur eftir EM-endaspælið
Dystirni hjá Maritu Mortensen og Óla Mittún síggjast á TV2 Sport, sum Televarpið millum annað hevur, og TV Play.
Marita Mortensen og HØJ hava ógvuliga truplan dyst í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald