Fótbóltur

Tóki til FC Midtjylland at royna seg sum venjara

23-ára gamli gøtumaðurin skal næsta árið royna seg í ungdómsdeildini hjá danska stórfelagnum. Tóki Klakk Olsen hevur fingið íblástur frá Atla Gregersen og Jóhan Peturi Poulsen.

Í FC Midtjylland skal Tóki vera partur av ungdómsvenjarahópinum, har hann skal at starvast sum ’’individual coach’’ hjá einum av U13, U14 ella U15-ungdómsliðunum. Seinastu árini hevur hann veri¨venjari hjá U13 og U15 í barndómsfelagnum, Vìkingi (Mynd: Víkingur)

Í FC Midtjylland skal Tóki vera partur av ungdómsvenjarahópinum, har hann skal at starvast sum ’’individual coach’’ hjá einum av U13, U14 ella U15-ungdómsliðunum. Seinastu árini hevur hann veri¨venjari hjá U13 og U15 í barndómsfelagnum, Vìkingi (Mynd: Víkingur)

2024-06-07 11:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir summarfrítíðina fer Tóki Klakk Olsen til Danmarkar, har hann skal starvast sum venjari á akademinum hjá FC Midtjyllandi. Talan er um ein ungan gøtumann, ið er í gongd við A-venjaraútbúgvingina, og sum skjótt fer at royna sínar dygdir sum venjari á hægri stigi.

Tóki er 23 ára gamal og føddur og uppvaksin í Syðrugøtu, og so er hann eisini Víkingur. Hann er sonur Anni og Jeffra Olsen.

- Hann hevur spælt fótbólt fyri Víking síðani hann var heilt lítil - við øllum ungdómsliðunum og síðani 1. deild. Í 2020 gjørdist hann venjari fyri fyrstu ferð, tá hann var hjálparvenjari hjá Atla Gregersen hjá U15 dreingjum. Tá ið Tóki gavst at spæla sjálvur í 2021, var tað venjaraleiðin, hann fór eftir. Tóki greiðir frá, at hann beinavegin bleiv bitin av at vera venjari. Hetta var nakað, sum honum tímdi sera at brúka sína tíð uppá. Serliga dámdi honum væl at arbeiða við fólki og at møguleikan fyri at læra okkurt nýtt hvønn dag. Tóki fór tí eisini undir venjaraútbúgving og seinni í summar verður hann liðugur við A-venjaraútbúgvingina, sum er hægsta venjaraútbúgving, ið takast kann í Føroyum.

Soleiðis skrivar síðan hjá Víkingi í samband við, at ein av teirra egnu fer víðari. Tóki sigur sjálvur, at hann er fegin um tíðina sum hjálparvenjari hjá U15 dreingjum og síðani høvuðsvenjari hjá U13 og U15 dreingjum, og ynskir hann at takka dreingjunum fyri teirra harða og miðvísa arbeiði. Í felagnum í Eysturkommunu hevur Tóki Olsen eisini havt sínar fyrimyndir:

- Tá eg byrjaði at spæla við 1.deild, hevði eg Jóhan Petur Poulsen sum venjara. Har gjørdist eg áhugaður í og fekk íblástur til, hvussu man til dømis skapar eina góða venjaramentan, hvussu skipaður man skal vera sum venjari, og hvussu nógv góð fyrireiking hevur at siga. Tá eg so gavst at spæla, g bleiv venjari, var tað serliga Atli Gregersen, sum gav mær íblástur. Alt tað eg lærdi, teir 18 mánaðirnar eg var hjálparvenjari hjá honum, eru ting, sum eg enn royni at blíva betur til tann dag í dag. Hvussu mann skapar ein homogenan hóp, og ein hóp sum er motiveraður til at forbetra seg hvønn dag.

[object Object]
Tóki Klakk Olsen ovast í høgra horni. Hetta er eftir finaluna hjá U13-dreingjum fyrraárið. Tóki hevur síðani havt dreingirnar víðari í U15 (Mynd: vikingur.fo)

Í FC Midtjylland skal Tóki vera partur av ungdómsvenjarahópinum, har hann skal at starvast sum ’’individual coach’’ hjá einum av U13, U14 ella U15-ungdómsliðunum. Harvið hevur hann byrgdina av menningini hjá teimun einstøku leikarunum. Fyrsta árið er royndarár, og síðani verður avgerð tikin, um hann skal halda fram.

Síðan hjá Víkingi skrivar, at Tóki droymir um at koma so langt sum gjørligt sum venjari. Málið er at gerast ungdómsvenjari á hægsta støði í Europa, og síðani síggja hvussu langt tað kann bera.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder