Fótbóltur

Topp-fýra liðini og uppflytari vunnu

Fimm feløg hava trý stig eftir 1. umfar í Betrideildini.

Áki Samuelsen skoraði tvey mál, tá HB vann á NSÍ í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

Áki Samuelsen skoraði tvey mál, tá HB vann á NSÍ í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

2024-03-10 22:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Bólturin er endiliga farin á rull í Betrideildini aftur, og hetta er støðan eftir 1. umfar.

Betrideildin hjá monnum 2024
1. KÍ 3 stig
2. B36 3 stig
3. Skála 3 stig
4. Víkingur 3 stig
5. HB 3 stig
6. NSÍ 0 stig
7. 07 Vestur 0 stig
8. EB/Streymur 0 stig
9. B68 0 stig
10. ÍF 0 stig

19 mál vórðu skoraði - beint undir fýra í miðal. Tey fýra liðini, sum seinastu árini hava myndað topp-fýra, sigraðu, og uppflytarin Skála vann griett á EB/Streymi.

1. umfar
Í dag, sunnudagur 10. mars
KÍ - ÍF 6-0 (3-0)
Sí eisini: Flúgvandi føroyameistarar móti ÍF

B68 - B36 0-3 (0-2)
Sí eisini: Nýggju menninir hjá B36 gjørdu av álvara bart - Sí myndir

HB - NSÍ 3-2 (2-0)
Sí eisini: Áki og HB vunnu aftur 3-2 - Sí myndir

Skála - EB/Streymur 3-0 (2-0)
Sí eisini: Skála var sannførandi í sínari afturvendan

Í gjár, leygardagin 9. mars
07 Vestur - Víkingur 0-2 (0-1)
Sí eisini: Ongantíð veruligur ivi um stigini - Sí myndir

Spennandi uppgerðir eru á skránni í 2. umfari, sum byrjar í Sarpugerði fríggjakvøldið, tá HB vitjar.

[object Object]
Skíggjamynd: fsf.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder