Swim open Tórshavn, sum var um vikuskiftið í svimjihøllini í Gundadali, var seinasta freist hjá føroysku svimjarunum at megna kravtíðirnar til stóru kappingarnar í summar.
Her er talan um Norðurlandameistaraheiti (NMU), Evropeiska ungdómsmeistaraheiti (EJM) og Evropameistaraheiti (EM).
Sum nú er, kunnu fýra føroyskir svimjarar væntast at fara avstað.
NMU:
Kravtíðin til at koma til NMU, sum verður í Oslo tann 29. og 30. juni er, at svimjararnir klára at svimja yvir 600 aqua stig. Tá kappingin var liðug um vikuskifti, vóru tað tveir svimjarar, ið høvdu megna hetta kravið, staðfestir Svimjisamband Føroya.
- Tað vóru Tórir Olsen (2011) úr Ægir, sum svam 16.59,53 í 1500 m frí, og svarar tað til 622 aqua stig og Sissal Rógvadóttir (2010) úr Suswim, sum svam 50 m bringu við tíðini 34.49, ið svarar til 604 aqua stig.
Tey síggjast á myndini ovast
EJM:
Kravtíðin til at koma til EJM, sum eru fyri svimjarar føddir 2008-2012, er at svimjararnir klára at svimja yvir 700 aqua stig. Tá kappingin var liðug um vikuskifti, vóru tað tveir svimjarar, ið høvdu megnað hetta kravið, staðfestir SFF.
Til Swim open Tórshavn megnaði Silas Dam Lindeberg (2008) úr HS at svimja 400 m frí við tíðini 4:07,26, sum svarar til 703 aqua stig.
Les eisini: Menn hjá Havnar Svimjifelag aftur sett met
- Áðrenn kappingina í Føroyum hevði Líggjas Joensen (2008) (Ægir) klárað kravtíðina í 400 frí við tíðini 3:53,62, ið svarar til 824 aqua stig. Líggjas Joensen hevur harumframt megna kravtíðina í 100 m frí (723 stig), 200 frí (812 stig), 800 frí (789 stig) og 1500 m frí (764 stig).
Hetta var við flottum avrikum uttanlands, har Líggjas dagliga svimur
Sí eisini: Líggjas svam seg til gull og setti stórt føroyskt juniormet í 400 m frí
Árliga evropeiska ungdómsmeistarakappingin, har Pál Joensen í 2008 av álvara trein inn á altjóða svimjipallim og á sigursskammilin, verður hesaferð í Munchen. Hetta í døgunum 7.-12. Juli.
![]()
Líggjas Joensen, sum millum annað eftir eitt frálíkt Danish Open, eisini hevur megnað nakrar EM-kravtíðir
Sambært svimjing.com er møguleiki fyri at eykaúttøka verður: Eingin er úttikin fyrr enn starvsnevnd SSF hevur endaliga staðfest úttøkurnar.
Líggjas Joensen er tann einasti, sum hevur svomið undir EM-kravtíðir: Tað vil siga til evropameistaraheitið fyri tey vaksnu,
- Yvir 750 AQUA-stig, allir svimjarar. Líggjas Joensen (2008, Ægir) 3:54.62 og 824 AQUA-stig í 400 frí Líggjas hevur eisini klárað kravtíð í 200 frí (812 stig), 800 frí (789 stig) og 1500 frí (764 stig), skrivar svimjing.com.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald