Fótbóltur

Triðja finalan seinastu fimm árini hjá Liverpool

Villareal fekk veruliga spenning í uppgerðina við tveimum málum í fyrra hálvleiki, men eftir steðgin setti liðið hjá Jürgen Klopp tingini uppá pláss og spældi seg í enn eina Champions League-finalu.

Innskifti Luis Diaz hevur her skorað til 2-2 og 4-2 til Liverpool samanlagt

Innskifti Luis Diaz hevur her skorað til 2-2 og 4-2 til Liverpool samanlagt

2022-05-04 07:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tá bríkslað varð til hálvleiks, kókaði tað veruliga á El Madrigal (Estadio de la Cerámica) í lutfalsiliga lítla spanska býnum Villareal í landslutinum Castellón, sum liggur í eystara parti av Spania. 

Liverpool kom í eitt ódnarveður, tí teir gulkløddu vóru ágangandi, málsøknir og tyktiskt at trúgva fult og fast, at tað fór at eydnast at spæla seg í Champions League-finaluna. Soleiðis sá tað ikki heilt út á Anfield fyri viku síðani, men liðið hjá Unai Emery, ið endi Bayern út í fjórðingsfinaluni og Juventus frammanundan tí, hevði knívin á barkanum, tí Liverpool vann uppiborið 2-0 í fyrru

Við málum frá Boulayre Dia og Francis Coquelin - ávíkavist í 3. og 40. minutti - kom javnvág í samanlagt. Liverpool hevði ikki eit skot á mál fyri steðgin, og alt var opið.

Jürgen Klopp og hansara menn hildu tó høvdið kalt. Luis Diaz avloysti Diego Jota, og kolumbianski vongurin, ið kom til felagið í januar, gjørdi mun, og dystarmyndin varð ein heilt onnur. Tað tók eina løtu at fáa hol á, men so gjørdi tað av álvara; uppá tólv minuttir skoraði Liverpool tríggjar ferðir: Fabinho, Diaz og Sadio Mané. Málverjin hjá Villareal, Rulli, sá ikki væl út í seinna hálvleiki, men málini og samanlagt tryggi sigurin hjá enska felagnum, ið framvegis jagstrar trý ymisk steyp (afturat Carabao Cup), var fult uppiborin. Heimaliðið hevði einki skot á mál í 2. hálvleiki, og Liverpool stóð ímóti trýstinum og drap spenningin.

Avrikið hjá Emery og hansara monnum í kappingini í ár hevur verið frálíkt, men Liverpool er bara sterkari enn nummar sjey í La Liga, og 28. mai verður felagið í sínari tíggjundi finalu í Champions League/Europa Cup fyri meistarar. Talan er um triðju finaluna uppá fimm ár. Í 2019 eydnaðist Liverpool at lyfta stóra steypið fyri sættu ferð.

Spurningurin er so hvat mótstøðuliðið verður í París 28. mai - Real Madrid og Manchester City spæla í kvøld seinnu hálvfinaluna sínamillum á Santiago Bernabeu. Fyrri dysturin var framúr góður og endaði 4-3 til liðið hjá Guardiola.

Champions League hálvfinalur

Liverpool - Villareal 5-2 samanlagt
(3-2 í gjár)

Í kvøld - 04.05
Real Madrid (3) - Manchester City (4)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder