Føroyameistararnir trý ár á rað fingu í kvøld oyruni í væl smurdu víkingamaskinuna, sum síðani í fjørsummar ikki hevur verið til at steðga.
Venjingardysturin millum Víking og KÍ í Sarpugerð í Norðragøtu endaði 4-1 til heimaliðið.
Norðlýsið skrivar, at hóast talan var um venjingardyst, stillaðu liðini upp við sterkari manning. Tað var bara í miðverjuni, at KÍ var skert við skadda Odmar Færø. Víkingur var uttan vandamiklu leikararnar í álopinum Sølva Vatnhamar og Olaf Bárðarsson.
Sambært lokalmiðlinum vísir dysturin, at KÍ hevur nógv at arbeiða við og tað serliga í verjupartinum.
- Hetta var ein ávaring til KÍ um, hvat kann verða í væntu í ár, um liðið fellir í stigi, skrivar Jákup Ósá, ítróttarskrivari hjá Norðlýsinum.
KÍ og Víkingur verða av fleiri mett sum størstu FM-favorittar í ár.
Landskappingin byrjar aftur vikuskiftið 9. og 10. mars.
Víkingur - KÍ 4-1 venjingardystur
Páll Klettskarð 0-1
Ingi Jonhardsson 1-1
Poul Kallsberg 2-1
Rani Hansen 3-1
Ingi Jonhardsson 4-1
Kelda: Faroesoccer.com
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald