Håkan Ericson hevur sína tíð sum landsliðsvenjari ynskt - og partvíst eisini eftirlýst - at fleiri føroyskir spælarar royna seg á góðum og høgum stigi uttanfyri landoddarnar.
Sí eisini: Hallur Hansson og at spæla á hægri stigi
Vit eru ikki longur í tí tíðini, at nógvir føroyskir spælir eru í hægru deildunum í serliga Skandinavia. Viljormur Davidsen, Sonni Ragnar Nattestad, Petur Knudsen, Hallur Hansson og Gilli Rólantsson Sørensen, sum allir hava spælt í slíkum deildum, spæla nú í Føroyum - síðstnevndi í 1. deild við barndómsfelagnum.
Gilli og Hallur eru gamaní ikki á landsliðnum í løtuni. Av teimum á landsliðnum, sum hava spælt uttanlands seinastu árini og roynt at flutt seg frameftir sum fótbóltsspælarar har, men sum nú spæla í Betrideildini, eru René Shaki Joensen, Hanus Sørensen, Mads Boe Mikkelsen, Pætur Petersen, Klæmint Andrasson Olsen, Jann Benjaminsen og Jóannes Kalsø Danielsen.
Hesir hava spælt í bestu íslendsku deildini ella í næst/triðbestu deildunum í Danmark og Noreg. Har er stigið á ymsan hátt betri enn í Føroyum - í øllum førum miðalstigi. Sýnisgluggarnir eru oftast størri uttanlands, tó at tað væl kann sigast, at tað er betri at spæla við einum av ovastu liðunum í Betrideildini og spæla í Evropa enn at spæla í triðbestu deildini í Danmark/Noreg. Nógvar hava eisini góðar persónligar orsøkir til, at man heldur spælir í Føroyum.
Nakrir flyta seg
Teir báðir einastu spælararnir, ið spæla í ovastu deildunum í einum av skandivisku londunum, eru Brandur Hendriksson Olsen og Jóannes Bjartalíð. Báðir føroysku Fredrikstad-miðvallarnir eru tó skaddir nú. Tað hevði helst merkt nakað, at havt slíkarar spælar - úr einari av topp-tjúgu deildunum í Evropa - við.. Hetta er ein smeitur fyri spælið við bóltinum hjá Føroyum - eitt øki sum man vil og skal flyta seg á
Jóan Símun Edmundsson kann gerast umráðandi í hesum partinum. Toftamaðurin spælir í fremstu deild uttanlands - tað er tó í Norðurmakedónia, sum er styrkismett nakað undir Betrideildini útfrá evropeiskum úrslitinum seinastu fimm árini.
Tað er júst Norðurmakedónia, sum Føroyar spælir ímóti leygardagin. Har er tó bert triðjimálverjin, ið til dagliga spælir í heimlandinum Aðrir spæla millum annað í Bundesliguni, La Liga, Superliguni og Ekstraklasa.
Ekstraklasa er besta deildin í Póllandi. Í tí næstbestu spælir millum annað Andrias Edmundsson. Stóri og sterki føroyski miðverjin fekk, eftir ein keðiligan og drúgvan skaða, fótin fyri seg í triðbestu deildini í landinum. Andrias stóð seg so mikið væl síðsta kappingarár, at áhugi var fyri honum úr næstbestu deildini og úr Plock. toftamaðurin gav avboð til Baltic Cup fyri at tryggja skiftið. Stórur leikvøllur, stolt søga og spennandi projekt við einum føroyingi. Wisla Plock vil gjarna flyta upp í bestu deildina skjótt.
Sí eisini: Andrias skoraði sítt fyrsta mál fyri Plock
Hevur tikið stór fet á landsliðnum seinasta árið....(Mynd: Sverri Egholm)
Og nú í miðdeplinum sum miðverji hjá Wisla Plock. Byrjanin har hevur verið góð (Mynd: Wisla Plock)
Daniel Johansen hevur takkað fyri seg í Thisted, har vinstri bakkurin gjørdi stóran mun í niðurflytingarstríðnum...
Daniel skrivaði í summar undir við Hillerød, har hann hevur fingið sínari fyrstu minuttir
Næstbesta deildin í Póllandi er sum heild á hægri stigi enn næstbesta danska deildin. NordicBet deildin er tó eitt gott stað hjá føroyskum spælarum at spæla og flyta seg, og tað var eitt stig upp hjá Danieli Johansen og Hørði Askham at taka í summar: Frá triðbestu deildini.
Hoyr Hørð greiða frá millum annað skiftinum í samrøðuni HER. - Hørður Askham er longu komin á vikuliðið í NordicBet deildini.
Verjuspælararnir fóru úr HB til "2. Division" og vístu so mikið væl fram í ávikavist Thisted og AB (Akademisk Boldklub) 2023/2024, at áhugi var hægri uppi. FC Roskilde keypti fyri kortum Hørð Askham, og Daniel Johansen spælir nú saman við Adriani Justinussen í Hillerød. Síðstnenvdi hevur síðani í vetur veruliga gjørt vart við seg har, og í Íslandi hevur Gunnar Vatnhamar seinasta árið vunnið greipuna verið kosin "ársins keyp í Íslandi" og nú verið við at spæla Víking Reykjavík.
Sí eisini: Gunnar Vatnhamar: - Ein dreymur sum verður veruleiki
Meinhard Egilsson Olsen og Patrik Johannesen eru hvør í sínum lagi í gongd við at koma fyri seg eftir drúgvar krossbandsskaðar. Serliga Meinhard hevur havt nakrar góðar løtur seinastu mánaðirnar - við Mjøndalen í næstbestu norsku deildini.
Harvið spæla átta av teimum 24 í núverandi hópi til dagliga spæla uttanfyri landoddarnar. Tað eru ikki 15, sum er talið, ið Håkan Ericson hevur sett sum mál. Nú eru tveir "teir fremstu útisetarnir" so skaddir. Summir spælarar flyta seg eisini í føroyskum fótbólti, og tað er helst eingin ivi um, at fleiri kundu spælt - og fara helst eisini at spæla - á góðum stigi uttanlands. Tað krevur tó nógv.
Hópurin:
Teitur Matras Gestsson, HB Tórshavn
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Silas Eyðsteinsson, B36 Tórshavn
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Klaksvík
Jann Julin Benjaminsen, B36 Tórshavn
Viljormur Davidsen, HB Tórshavn
Daniel Johansen, Hillerød Fodbold (Danmark)
Andrias Edmundsson, Wisla Plock (Pólland)
Hørður Askham, FC Roskilde (Danmark)
Samuel Johansen Chukwudi, HB Tórshavn
Sonni Ragnar Nattestad, 07 Vestur
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Arnbjørn Svensson, Víkingur
Patrik Johannesen, Breiðablik (Ísland)
René Shaki Joensen, KÍ Klaksvík
Hanus Sørensen, HB Tórshavn
Adrian Justinussen, Hillerød Fodbold (Danmark)
Meinhard Egilsson Olsen, Mjøndalen IF (Noreg)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Mads Boe Mikkelsen, KÍ Klaksvík
Pætur Petersen, KÍ Klaksvík
Jóan Símun Edmundsson, FC Shkupi (Norðurmakedónia)
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ Runavík
Petur Knudsen, NSÍ Runavík
Nations League Deild C, bólkur 4
1. umfar, Leygardagin 07.09
14.00: Føroyar - Norðurmakedónia
Atgongumerki kunnu keypast her
Sí eisini: Ikki serliga stórur áskoðaráhugi fyri landsdystinum leygardagin
Tøl: FaroeSoccer
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald