Hondbóltur

Tveir dagar leikbann fyri at sláa Óla Mittún

Matic Suholežnik varð revsaður við reyðum korti fyri svínsku gerðina í gjár, og hann sleppur heldur ikki at spæla í helminginum í miðumfarinum fyri " sera fyrilitisleysa og vandamikla atgerð".

Slovenar spældu hart - og til tíðir skitið. Einki var tó verri enn hetta, tá nummar 95 smekkaði armin út móti einum flúgvandi Óla Mittún (Mynd: Sverri Egholm)

Slovenar spældu hart - og til tíðir skitið. Einki var tó verri enn hetta, tá nummar 95 smekkaði armin út móti einum flúgvandi Óla Mittún (Mynd: Sverri Egholm)

2026-01-21 14:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir 17 og ein hálvan minutt í 1. hálvleiki í gjár kom øðiligt róp í og eitt lítið rok í Unity leikhøllini. Orsøkin var, at Óli Mittún smoygdi sær í gjøgnum slovensku, leyp inn og varð sligin. júst sum skotið skuldi falla. 

Tað var týðiligt, at slovenar royndu at kroysta og kýsa føroyingar kropsliga, fáa teir út av javnvág, og onkutíð fara yvir um linjuna.

Tað var hetta so sanniliga. Matic Suholežnik hevði ongan livandi kjans at fáa bóltin, og slag hansara rakti Óla Mittún í andlitið.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]Ein ógvuslig støða (Myndir: Jn.fo og Sverri Egholm)

Sponsku dómararnir fóru út at hyggja eftir sjónbandabrotið, og har var eingin ivi: Suholežnik fekk reytt kort til stóran fagnaði fyri stóru føroyku fjøldina, sum hevði lagt stórt trýst á dómararnar at taka røttu avgerðina.

Nú er greitt, at stóri slovenski strikuspælarin heldur ikki sleppur at spæla í teimum fyrstu dystunum hjá Slovenia í miðumfarinum: Móti Svøríki/Kroatia og síðani móti Ungarn.

Sambært evropeisku hondbóltssamgonguni var talan um eina " sera fyrilitisleysa og vandamikla atgerð", og hetta kostar.

Les grundgevingina hjá EHF her

Hví varð blátt kort ikki víst, spyr onkur kanska: Sum Portalurin hevur fingið upplýst frá kønum, so nýtir EHF ikki longur blátt kort undir dystum - heldur verið farið inn aftaná og hugt eftir, um til dømis reyð kort skulu geva leikbann - sum tey annars ikki gera automatiskt í hondbólti

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder