Fótbóltur

Tveir útidystir og ein heimadystur í undanumfarinum í Europa League

B36 skal aftur til Gibraltar at spæla ímóti St Joseph's. HB vitjar norðurírsku steypavinnararnar, og NSÍ tekur ímóti liðnum, ið endaði nummar fýra í Wales í fjør.

2020-08-09 12:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nú er greitt, hvussu og hvar tey trý føroysku liðini í Europa League skulu spæla í Europa League 20. august.

Eingin dystur verður á Tórsvølli, tí høvuðstaðarfeløgini skulu spæla á útivølli. HB skal, eins og í fjør, ein túr til norðurírska høvuðsstaðin Belfast. Hesaferð er Glentoran mótstøðuliðið. Liðið endaði nummar fimm í norðurírsku deildini í fjør, men vann sær rættin at spæla í Europa League við at vinna steypakappingina. HB tapti í fjør 3-2 samanlagt móti norðurísku stórfelagnum og meistaraliðnum, Linfield.

B36 skal, eins og í undanumfarinum í 2018, til Gibraltar. Tá eydnaðist at spæla seg víðari við brotsparkskapping. Hesaferð er bert talan um ein dyst, men liðið hjá Jákupi á Borg má metast at vera favorittur. Tó kann hitin og annað spæla inn.

NSÍ fekk heimadyst og er á pappírinum favorittur móti liðnum, ið endaði nummar fýra í Wales í fjør. Runavíkingar hava ongantíð áður spælt seg víðari í evropeiskum fótbólti.

Undanumfar í Europa League:

Glentoran - HB
St Joseph's - B36
NSÍ - Barry Town United

Í morgin verður lutakast um, hvussu liðini spæla, um tey koma víðari. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder