2018-10-18 17:31
Føroyska U15 fótbóltslandsliðið hjá dreingjum spældu í dag vinadyst móti Liktinstein í Ruggell í Liktinstein.
Hetta var fyrri av tveimum dystum, sum dreingirnir spæla móti Liktinstein á ferðini, og hetta gjørdist ein góð byrjan.
FSF skrivar, at dreingirnir vunnu fyrra dystin 4-3. Heini Sørensen skoraði tvey mál, meðan Hjarnar Johansen og Sigurð Rasmussen gjørdu hvør sítt.
Seinni dysturin millum londini verður spældur leygardagin kl. 13.
![]()
(Føroysku málskjúttarnir, Hjarnar Johansen, Heini Sørensen og Sigruð Rasmussen, í 4-3 sigrinum á Liktinstein - Mynd: Hanus Eliasen / www.fsf.fo)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald