placeholder
Annað

U15-landsliðið fekk góð úrslit í kapping í Farum

Fýra vunnu heiðursmerki í A-bólkinum, og sum heild stóðu føroysku umboðini seg væl. Aðrir føroyingar luttóku eisini og vunnu heiðursmerki.

At føroyskt badminton er í støðugari menning sæst aftur

At føroyskt badminton er í støðugari menning sæst aftur

2023-05-31 08:42 Author image
Tíðindaskriv
placeholder
Í døgunum 27. til 29. mai luttók U15 ungdómslandsliðið í badminton í eini kapping í Farum, sum liggur norðan fyri Keypmannahavn.

Føroyskir leikarar hava nú í nøkur ár luttikið í hesari kappingini og eru nærum hvørja ferð komin heim aftur við fleiri heiðursmerkjum.

At føroyskt badminton er í støðugari menning sæst aftur í hvørjum bólkum, tey eru meldaði til í. Okkara leikarar luttóku í teimum ovastu bólkunum, E-bólkinum, sum er elitubólkurin, M-bólkinum, sum er beint undir E-bólkinum, og í A-bólkinum.

Leikararnir í bæði E, M og A bólkinum høvdu fleiri tættar og gevandi dystir, har føroysku leikararnir stóðu seg sera væl. Har tað bar til, luttóku tey í heili 3 kappingum, einmansleiki, tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Fýra komu heim aftur við heiðursmerkjum í A bólkinum: Inga Guðrin Samuelsen fekk silvur í einmansleiki hjá gentum, Ørvur Gunnarsson Isfeld og Símun Thorkildshøj Sigvardsen somuleiðis silvur í tvímansleikur dreingir, Símun Thorkildshøj Sigvardsen vann sær bronsu í einmansleikur dreingir, og 
Naomi Rajani Færø og Inga Guðrin Samuelsen endaðu á sama plássi í tvímansleiki hjá gentum.

Aðrir føroyskir leikarar luttóku eisini í kappingini í Farum. Kristoffur Samuelsen vann silvur í tvímansleiki fyri menn saman við einum donskum leikara. Hann spældi í U17/19A. Tóra Erlandsdóttir vann gull í einmansleiki og silvur í blandaðum tvímansleiki saman við íslendskum leikara - hon spældi í U13A.

Hesi luttóku fyri Føroyar (U15-landsliðið):
Ranja Joensen
Inga Guðrin Samuelsen
Naomi Rajani Færø
Hansina Eysturtún Mouritsen
Sarita Kvilt
Jafet Rasmussen
Tóki Yngvason Guttesen
Ørvur Isfeld
Beinir Rúnason Weihe
Símun Sigvardsen

Við á ferðini var eisini ungdómslandsliðsvenjarin Fai Yin Wong, og ferðaleiðararnir Birita og Jon Sigurd Samuelsen.

[object Object]

Badmintonsamband Føroya
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder