Fótbóltur

U17: Føroysku kvinnurnar leggja nú til brots á Tórsvølli

Fyrsta uppgávan í EM-undankappingini á heimavølli er móti Lettlandi klokkan 13. Ókeypis atgongd er til dystin, sum eisini verður stroymdur.

Føroysku U17 genturnar skulu næstu dagarnar royna seg ímóti Lettlandi, Georgia og Rumenia. Allir dystirnir vera á Tórsvølli - her til venjing á niðara vølli (Mynd: Jakoba Svensdóttir/FSF)

Føroysku U17 genturnar skulu næstu dagarnar royna seg ímóti Lettlandi, Georgia og Rumenia. Allir dystirnir vera á Tórsvølli - her til venjing á niðara vølli (Mynd: Jakoba Svensdóttir/FSF)

2024-03-17 11:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Næstu vikuna spælir U17-landsliðið við gentum tríggjar dystir á Tórsvølli. Hesin EM-undankapingarbólkurin verður spældur í Føroyum, og okkara skulu spæla móti Lettlandi, Georgia og Rumenia.

Dystarskráin sambært FSF

Í dag, Sunnudagin 17. mars
Kl. 13:00 Føroyar - Lettland
Kl. 17:00 Rumenia – Georgia

Mikudagin 20. mars
Kl. 13:00 Føroyar – Georgia
Kl. 17:00 Rumenia – Lettland

Leygardagin 23. mars
Kl. 17:00 Føroyar – Rumenia
Kl. 17:00 Georgia – Lettland (á Ovara vølli í Gundadali)

Fyrsta uppgávan er móti Lettlandi í dag klokkan 13. Rumenia má metast sum sterkasta liðið í bólkinum, meðan bestu møguleikarnir fyri føryoskum stigum helst eru móti Lettlandi og Georgia.

Sí eisini: Eyðvør væntar sær ymiska mótstøðu á Tórsvølli

[object Object]Føroysk fyrireiking til kappingina (Mynd: Fótbóltssamband Føroya)

Um eina løtu skal føroyska liðið so royna seg á heimavølli. Ókeypis atgongd er til allar dystirnar, boðar FSF frá.

Dystirnir síggjast á Televarpinum, og kunnu teir eisini stroymast á Youtube-rásini "FSF Varpið".

Føroyski hópurin:
Brá Zakariasardóttir, B36
Maria Ejdesgaard Hansen, FC Hoyvík
Sofía Ejdesgaard Hansen, FC Hoyvík
Halla Morgan Ejdesgaard, FC Hoyvík
Leona Kjærbæk Djurhuus, FC Suðuroy
Marta Sofía Østerø, HB
Lý Gray Djurhuus, HB
Silja Ragnarsdóttir Trier, HB
Bára Tórálvsdóttir Poulsen, HB
Sólja Vinjardsdóttir Johansen, KÍ
Birita Mohr, KÍ
Helga Mikkelsen, NSÍ
Rannvá við Streym, NSÍ
Ingrið Berg Rasmussen, Skála
Alda Petersen, Skála
Eydna Olsen Dalheim, Víkingur
Jakobina Bergsdóttir, Vildbjerg SF (Danmark)
Rósa Reginsdóttir, Vildbjerg SF (Danmark)

Eyðvør Jakobsen er høvuðsvenjari hjá U17 gentunum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder