placeholder
Fótbóltur

U17 landsliðsbólkur dreingir úttikin til EM-kapping

U17 landsliðið í flogbólti verður í januar við í EM-kappingini í Finnlandi.

2018-11-15 15:45 Author image
Innsent
placeholder

U17 landsliðið hjá dreingjum skal í døgunum 10.–14. januar 2019 verða við í EM-kappingini, sum verður spæld í finska býnum Kuortane. 

Venjararnir Magnar K. Vang og Rógvi Nielsen hava úttikið 15 leikarar, sum framhaldandi skulu kappast um tey 12 plássini á liðnum. 

Íalt verða 5 lið í hesum EM-bólkinum. Hini liðini í bólkinum eru Finnland, Svøríki, Danmark og Ísland.

Teir úttiknu leikararnir eru:

Fleyr:
Mattias Isaksen
Eyðfinn Rajani
Tórur Paulason
Hørdur Joensen 

SÍ:
Bjarni Joensen
Róar Andersen
Elias Petersen
Silas Poulsen
Atli Falkvard
Tóki í Haraldstovu 

Ternan:
Dávid Olsen
Svend Danielsen 

ÍF:
Petur Meinhard Lundsbjerg
Rúnar Johnson 

TB:
Gilli Augustinusen

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder