placeholder
Fótbóltur

U17- og U19 dreingir til Kroatia

Nú er greitt, at bæði U17- og U19-landsliðini við dreingjum skulu til Kroatia í komandi EM-undankappingum, sum vera í november 2023.

(Mynd: UEFA)

(Mynd: UEFA)

2022-12-08 15:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag var lutakastið til komandi EM-undankappingarnar fyri U17- og U19-landlið við drengjum, og bæði U17- og U19-dreingirnir úr Føroyum skulu til Kroatia.

U17-landsliðið kom í bólk 9, saman við Onglandi, Kroatia og Kosovo, og U19-dreingirnir endaðu eisini í bólki 9 við Ísrael, Kroatia og Armenia.

U17-landsliðið skal til Kroatia at spæla 1. til 10. november, og U19-landsliðið skal til Kroatia 13. til 22. november, skrivar heimasíðan hjá Fótbóltssambandi Føroya.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder