Fótbóltur

U17 og U19 vunnu hvør sín dyst í Spania

Ungu føroysku menninir hava verið á venjingarlegu, og skoraðu teir samanlagt nógv mál í Spania.

Djóni Sivertsen, Dávid Reynheim og Páll Müller vóru málskjúttarnir í sigrinum á Murcia (Mynd: Ingi Arge)

Djóni Sivertsen, Dávid Reynheim og Páll Müller vóru málskjúttarnir í sigrinum á Murcia (Mynd: Ingi Arge)

2024-09-12 11:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Bæði U17-landsliðið og U19-landsliðið við dreingjum hava farnu dagarnar verið á venjingarlegu í Pinatar í Spania

Samlaða úrtøkan hjá U17- og U19 í venjingardystunum gjørist tveir sigrar og tvey ta, skrivar fsf.fo.

- U17-landsliðið fekk møguleikan at royna seg ímóti tveimum sponsku dreingjaliðum. Í fyrra dystinum taptu Føroyar 3-0 fyri Real Murcia, meðan seinni dysturin, sum var ímóti UCAM Murcia, endaði við 3-2 sigri til Føroyar. Málini skoraðu Djóni Sivertsen, Dávid Reynheim og Páll Müller.

[object Object]
Djóni Sivertsen, Dávid Reynheim og Páll Müller eftir sigurin á Murcia (Mynd: Ingi Arge)

Um ein mánað skulu U17 dreingirnir í eldin aftur, tá EM-undankapping er á skránni í Albania. Føroyar eru í bólki C3, saman við Hollandi, Kroatia og Albania, ið er vertur fyri kappingini.

Loyptu hvøkk á Skotland - vunnu á Turkmenistan
Hjá U19 dreingjunum gjørdist talan eisini um ein sigur og eitt tap í venjingardystunum, sum vórðu spældir á Pinatar Arena.

Fyrri dysturin, sum var ímóti Skotlandi, bleiv rættuliga málríkur. Úrslitið gjørdist 5-3 til Skotland, eftir at Føroyar ta einu løtuna stutt eftir steðgin vóru á odda 3-2. Málini skoraði Jónas Prior, Torkil Holm og Bartal Páll Klein.

[object Object]
Málskjúttarnr Torkil Holm, Jónas Prior og Bartal Páll Klein eftir málríka dystin móti Skotlandi (Mynd: Fótbóltssamband Føroya)

[object Object]Føroyska liðið áðrenn dystin móti Turkmenistn (Mynd: Ingi Arge)

Í seinna dystinum var mótstøðuliðið Turkmenistan. Føroyar vunnu 3-1 eftir 1-0 leiðslu í hálvleikinum. Aron Benjaminsen úr norska Kristiansund sum gjørdi tvey mál og Djóni Samuelsen úr HB hitt.

Næst á skránni hjá U19-landsliðnum við dreingjum er EM-undankappingin, sum verður í Kosovo um um miðan november. Hini bæði londini í bólkinum eru Spania og Eysturríki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder