Fótbóltur

U19: Fingu flottan javnleik móti vertunum í fyrra dystinum

Anna Carolina Brændstrup skoraði føroyska málið í 1-1 dystinum móti Turkalandi. Leygardagin spæla Føroyar móti Armenia.

Anna Brændstrup gjørdi bart við góðum dribblingum og skoti. Hetta tryggjaði Føroyum eitt stig móti Turkalandi (Mynd: Fótbóltssamband Føroya)

Anna Brændstrup gjørdi bart við góðum dribblingum og skoti. Hetta tryggjaði Føroyum eitt stig móti Turkalandi (Mynd: Fótbóltssamband Føroya)

2024-04-04 11:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroysku U19-genturnar eru eitt av trimum liðum í EM-undankappingarbólki, sum er í Turkalandi í hesum døgum. Í gjár spældu Føroyar fyrra dystin, sum var ímóti vertunum og favorittunum Turkalandi. 

Heimaliðið hevði eina leikliga yvirvág og legði seg eisini á odda í 28. minutti. Hetta var eftir hornaspark. Føroyska liðið stríddist tó fyrimyndarliga væl og javnaði eisini fyri steðgin.

Tað var Anna Carolina Brændstrup úr danska HB Køge, sum skoraði 1-1 málið, og var hetta ógvuliga avgreitt frá henni.

Føroyar vunnu eftir høgt trýst eitt innkast á turkisku hálvuni, Astrid Mittfoss kastaði skjótt til Annu Brændstrup, sum við snildni og tøttum dribblingum gjørdist frí í brotsteignum. Tveir mótsspælarar vórðu settir av, áðrenn Anna kaldliga setti vinstra fótin á. Bólturin fór niður í longra málhornið.

Málið og allir dysturin sæst á leinkjuni HER- málið er frá 48.50:

1-1 gjørdist eisini endaliga úrslitið. Føroyar hildu fast og hóttu eisini eftir steðgin. 

Ein góð byrjan, ið venjarin Pætur Smith Clementsen, sum vera man, var væl nøgdur við.

Leygardagin 4. apríl spæla Føroyar seinna dystin í Antalya. Tað verður móti Armenia, klokkan 14 føroyska tíð.

[object Object]
[object Object]Føroyska liðið í gjár (Mynd; FSF)

Føroyski hópurin:
Súsanna Laksafoss Godtfred, B36
Teresa Jacobsen, HB
Astrid Mittfoss, HB
Fríða Magnussardóttir Jakobsen, HB
Gunnvá Lützen, HB
Lea Tórarenni Johannesen, HB
Sólja Ernstdóttir, KÍ
Jórun Najma Patawary, KÍ
Jancy Mohr, KÍ
Vár Johannesen, KÍ
Elspa Maria Zachariassen, KÍ
Jonnhild á Sondum, NSÍ
Natalia Dansdóttir Olsen, NSÍ
Rakul Sørensen, Víkingur
Anna Katrina Mikkelsen, Víkingur
Anna Carolina Brændstrup, HB Køge (Danmark)
Petra Hoydal, AaB (Danmark)

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder