Fótbóltur

U19: Leggja út ímóti Hollandi

Føroysku U19-dreingirnir hava stóra uppgávu fyri framman í fyrsta EM-undankappingardystinum í kvøld.

2018-10-10 14:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mánadagin leiktu U19-genturnar seinasta dystin í EM-undankapping í Litava. Sama dag fór U19-landsliðið við dreingjum til Írlands, har tríggir undankappingardystir bíða. 

Fyrsti dysturin verður leiktur í kvøld. Mótstøðuliðið er Holland, ið ofta hevur sera sterk ungdómslandslið. Føroysku dreingirnir fáa seg harvið allarhelst veruliga royndar.


(Jógvan Martin Olsen fyrireikar ungu mennirnar til uppgávuna í kvøld (Mynd: FSF)

Talan er tó um ein sterkan hóp, har yvir helmingurin vóru partur av U17-liðnum, ið spældi seg til EM-endaspælið í fjør. Fleiri gera um seg í feløgum uttanlanda, fleiri spæla nógv í Betri-deildini, og aðrir eru byrjaðir at fáa minuttir seinastu tíðina. Hetta eru leikarar, ið eru føddir í 2000 og 2001.

Hópurin var í Riga fyei einum mánaði síðani til eina venjingarkapping. Talan gjørdist um tap ímóti Lettland, Ukraina og Makedónia, men føroyska liðið spældi nakrar tættar dystir, og hetta var góð fyrireiking til hesa EM-undankappingina. 

Umframt Holland, spæla Føroyar ímóti írsku vertunum og Bosnia-Hersigovina. Dyturin í kvøld byrjar klokkan 19.00. Til ber at fylgja gongdini á "livescore" á heimasíðuni hjá UEFA.

Jógvan Martin Olsen er landsliðsvenjari, og hetta er hópurin, sum hann hevur tikið út til túrin: 

Bjarti Vitalis Mørk, HB

Bárður á Reynatrøð, Víkingur

Stefan Radosavljevic, TB/FCS/Royn

Sølvi Sigvardsen, NSÍ

Sjúrður Pauli Nielsen, NSÍ

Óli Eyðsteinsson Poulsen, KÍ

Jonn Johannessen, KÍ

Magnus Holm Jacobsen, FCFP (POR)

Dann Fróðason, 07 Vestur

Steffan Løkin, NSÍ

Filip í Liða, AB

Bartal S. Petersen, AB

Andrias Edmundsson, Sunderland (ENG)

Lukas Grenaa Giessing, FC Midtjylland (DEN)

Hanus Sørensen, FC Midtjylland (DEN)

Símun Sólheim, HB

Elias El Moustage, Thisted FC (DEN)

Pætur T. Skipanes, NSÍ 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder