Fótbóltur

U21: 07 Vestur hevur vunnið søguligt FM-heitið

Hetta er fyrsta føroyameistaraheitið hjá felagnum. Tað kom í hús í gjárkvøldið, tá tættasti kappingarneytin, KÍ, tapti. U21-dreingirnir fáa steyp handað í Sørvági mánadagin.

Toppskjúttin í kappingini, Julian Mouritsen, hoppar á tvífalda málskjúttan í B36-dystinum herfyri, Eiler Fróðason. Báðir hava spælt nógvar dystir í Betrideildini í ár, og Jón í Horni Nielsen er eisini nógv við (Mynd: jn.fo)

Toppskjúttin í kappingini, Julian Mouritsen, hoppar á tvífalda málskjúttan í B36-dystinum herfyri, Eiler Fróðason. Báðir hava spælt nógvar dystir í Betrideildini í ár, og Jón í Horni Nielsen er eisini nógv við (Mynd: jn.fo)

2023-09-29 08:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fremsta mansliðið hevur vunnið 1. deild (næstbestu deildini) nakrar ferðir, og í 2017 vunnu U14-genturnar hjá 07 Vestur steypakappingina. 

Steypaskápið í Sørvági er tó ikki so fylt, men tað henda spennandi ting í fótbóltsumhvørvinum í Vágum. Í gjárkvøldið varð fyrsta føroyameistaraheitið í 16-ára søgu 07 Vesturs staðfest.

U21-liðið hevur havt eitt heilt gott kappingarár. Vágamenn hava vunnið tólv av sínum 17 dystum higartil. Mánakvøldið spældu 07 Vestur og KÍ 3-3 javnleik í Klaksvík í oddadystinum.

KÍ javnaði í yvirtíðini og syrgdi harvið fyri, at 07 Vestur ikki gjørdist meistari júst tað kvøldið. Í gjárkvøldið tapti KÍ tó fyri NSÍ, og harvið er FM í hús hjá 07 Vestur. 

Seinasta umfar er á skránni mánakvøldið. Tá tekur 07 Vestur móti HB og fær steyp og gullkrónur handað í Sørvági. 

Símun Joensen er venjari hjá 07 Vestur. Á liðnum eru millum annað fleiri spælarar, sum longu gera vart við seg á besta liðnum eisini. Javnsettur toppskjútti í deildini er, sambært Faroesoccer, 17-ára gamli Julian Mouritsen. Hann hevur eisini skorað fyri 07 Vestur í fremstu røð. Julian var ein av teimum mongu, sum í fjør spældi á U17-liðnum, ið endaði við silvurheiðursmerkjum í steypakappingini og landskappingini. Eisini eru nakrir U-landsliðsspælarar í hópinum.

Hópurin hjá 07 Vestur sæst her

Støðan:

[object Object]

Keldur: FaroeSoccer, fsf.fo og 07 Vestur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder