Fótbóltur

U21: Portugal og Kroatia millum mótstøðuliðini í næstu undankapping

Føroyar skulu eisni spæla móti Andorra, Hvítarusslandi og Grikkalandi, og lagt verður út móti Andorra á heimavølli í juni. Talan er um krevjandi avbjóðingar sigur nýggi U21-høvuðsvenjarin.

Áki Samuelsen er ein av teimum, sum framvegis hevur aldur til U21-landsliðið. Seinast U21-landslið okkara var í eldinum, var í Klaksvík í juni tá Serbia vitjaði. Tað endaði við 1-1 javnleiki (Mynd: Sverri Egholm)

Áki Samuelsen er ein av teimum, sum framvegis hevur aldur til U21-landsliðið. Seinast U21-landslið okkara var í eldinum, var í Klaksvík í juni tá Serbia vitjaði. Tað endaði við 1-1 javnleiki (Mynd: Sverri Egholm)

2023-02-02 12:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Vit eru komin í ein sterkan og spennandi bólk, har spælararnir veruliga sleppa at royna seg. Avbjóðingarnar vera stórar og krevjandi, men vit halda okkum hava góðar møguleikar at vinna dystir og stig.

Soleiðis sigur venjari hjá U21-landsliðnum, Eyðun Klakstein, sum er staddur í Sveis í samband við lutakastið. Hetta lutakastið seg soleiðis, at Føroyar komu í bólk G saman við Portugal, Kroatia, Grikkalandi, Hvítarusslandi og Andorra.

Fótbóltssamband Føroyar boðar frá, at lagt verður út fríggjadagin 16. juni, tá Andorra vitjar í Føroyum. Sambært leikskránni verða fimm dystir spældir í ár og fimm í 2024

– Vit hava fingið eina hampuliga góða dystaskrá, so vit hava góðar møguleikar at fyrireika okkum væl til teir tíggju dystirnar. At spæla fimm dystir í ár, og hinar fimm komandi ár passar okkum eisini væl, sigur Eyðun Klakstein við heimasíðuna hjá FSF.

Skráin
16. juni Føroyar – Andorra
7. sept. Hvítarussland – Føroyar
12. sept. Føroyar – Kroatia
17. okt. Andorra – Føroyar
16. nov. Grikkaland – Føroyar

2024
21. mars Portugal – Føroyar
5. sept. Kroatia – Føroyar
10. sept. Føroyar – Grikkaland
11. okt. Føroyar – Portugal
15. okt. Føroyar – Hvítarussland

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder