Hondbóltur

Umleið 2.000 flogferðaseðlar skræddir burtur

Beinleiðis ferðirnar millum Føroyar og Berlin í januar vórðu útseldar, áðrenn hálvi tími var farin. Atlantic arbeiðir nú við at gera fleiri ferðir tøkar, sigur Árni Olsen við Portalin.

Stórur áhugi er fyri at fylgja føroysku monnunum í týska høvuðsstaðnum í januar. Í øllum førum 1.000 fólk flugva beinleiðis úr Vágunum til Berlin til EM-dystirnar (Mynd: Sverri Egholm)

Stórur áhugi er fyri at fylgja føroysku monnunum í týska høvuðsstaðnum í januar. Í øllum førum 1.000 fólk flugva beinleiðis úr Vágunum til Berlin til EM-dystirnar (Mynd: Sverri Egholm)

2023-05-30 14:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Klokkan 13 setti Atlantic Airways ferðirnar til og úr Berlin í januar til sølu. Heilt nógv fólk hava helst sitið til reiðar, tí áðrenn klokkan var 13.30 var alt útselt.

Hetta upplýsir Árni Olsen, sølu-og marknaðarleiðari hjá Atlantic Airways, fyri Portalinum.

Øll setrini fóru uppá heilt stutta tíð - millum tjúgu og 25 minuttir verður mett. Talan er um umleið 2.000 atgongumerki - aftur og fram. Seks fløgfør fara úr Føroyum til týska høvuðsstaðin í døgunum 9. - 11. januar, í samband við at manslandsliðið skal spæla EM-endaspæl.

174 setur eru í hvørjum flogfari, so talan er um 1.044 fólk, ið fara úr Føroyum til Berlin.

Metingin higartil er, at upp ímóti 2.500 føroyingar vera til dystirnar móti Slovenia, Noreg og Póllandi í Mercedes Benz-Arena. Harvið skulu nakað fleiri úr Føroyum, og Árni Olsen staðfestir fyri Portalinum, at tjóðarflogfelagið nú hyggur uppá støðuna og fer at royna at útvega fleiri møguleikar og pláss. Nærri kunning kemur um hetta seinni í dag.

Hondbóltssambandið hevur í dag boðað frá, at dagsatgongumerkini nú eru til sølu. Har ber til at keypa til tveir og tveir dystir - teir í bólkinum sum eru sama dag. Møguleiki er nú eisini at keypa til atgongumerki millumumfarið, hálvfinalurnar og finaluna. Tað sum varð sett til sølu fyrr í mánaðinum, vóru pakkaatgongumerki til allar dystirnar hjá Føroyum í bólkaspælinum, og tann sølan gekk eisini skjótt og væl.
 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder