Hondbóltur

Ungdómshondbóltur á hægsta stigi í Føroyum um vikuskfti

Føroysku U17-dreingirnir skulu royna seg móti Íslandi í Runavík og Týsklandi og Sveis við Tjarnir. - Talan er um eina sera stóra og góða avbjóðing hjá okkara ungu monnum. Vitjandi tjóðirnar eru millum tær allarbestu í heiminum.

2025-06-05 10:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er javnan, at føroysk hondbóltslandslið hava stórar kappingar uttanlands, men tað er ikki vanligt, at slíkar eru í Føroyum.

Nú um vikuskifti verður øðrvísi. Tað er ikki eitt eindaspæl, men sum HSF skrivar: -Nú sleppa føroyskir áskoðarar endiliga at uppliva ungdómin royna seg í kapping heima í Føroyum.

Í døgunum 6. – 8. juni verður Nordic Open fyri U17-landslið hjá monnum á fyrsta sinni. Dystirnir fríggjadagin verða spældir í Runavík og Við Tjarnir leygar- og sunnudagin.

Ein nýggj kapping

Nordic Open er nýggj kapping, sum HSF hevur tikið stig til. Vanliga hava ávikavist U17-menn og U16-kvinnur luttikið í European Open í Svøríki, men er hendan kappingin nú broytt til at vera fyri ávikavist U18-menn og U17-kvinnur. Tískil verður nú roynt við egnari fýralandakapping her í Føroyum, skrivar hsf.fo.

Mark Lausen-Marcher, ítróttastjóri í HSF, hevur yvirskipaðu ábyrgdina av landsliðunum og teirra avbjóðingum. 

- Talan er um eina sera stóra og góða avbjóðing hjá okkara ungu monnum. Vitjandi tjóðirnar, Týskland, Sveis og Ísland, eru millum tær allarbestu í heiminum og ikki minst millum tær mest framfýsni og myndandi í ungdómshondbólti seinastu árini.

Mark vísir eisini á, hvussu nógv slíkar stórar royndir hava at siga í menningini av spælarunum

- Tað er av alstórum týdningi, at ungdómslandsliðini hava avbjóðingar á hvørjum ári, og at hesar er við til at menna og brynja ungu leikararnir til vaksnan hondbólt og A-landsdystir, har nógv stendur uppá spæl. Flestu leikararnir, sum nú mynda A-landsliðið, hava nógvar ungdómslandsdystir og ungdómsendaspøl í rygginum, og er tað eyðsýnt, at teir við hesum royndunum  duga og megna at handfara avbjóðandi dystir, har nógv stendur uppá spæl og túsundtals eygu fylgja við kring vøllin, í sjónvarpi og miðlum.”

Talan er um ein spennandi føroyskan hóp.

Málverjar:
Micah Wardum Ragnarsson, H71
Jákup Arngrímsson Müller, Valur
Rókur av Skarði, Neistin

Útileikarar:
Gilli Reginson, Neistin
Teitur Hellisdal, Kyndil
Klæmint Ludvig, H71
Axel Holm Simonsen, H71
Regin Dam, Neistin
Gabriel Nolsøe Petersen, Kyndil
Rani Johannesen, Neistin
Petur Tóri Jacobsen, H71
Hákun Rask Olsen, Neistin
Mortan Eyðunarson, Ikast FS
Boas á Skipagøtu, H71
Páll Müller, Team Klaksvík
Hugin Halgilson, H71
Teitur Bogason, Kyndil
Brandur Debes Dánialsson, Ajax København
Árni Lassen, Neistin

Dystarskráin sær soleiðis út:

Fríggjadagin 6. juni í Bylgjuni í Runavík
Kl. 18.00 Sveis – Týskland
Kl. 20.00 Føroyar – Ísland

Leygardagin 7. juni Við Tjarnir
kl. 16.00 Sveis – Ísland
kl. 18.00 Føroyar – Týskland

Sunnudagin 8. juni Við Tjarnir
kl. 10.00 Týskland – Ísland
kl. 16.00 Føroyar – Sveis

Atgongumerki til dystirnar í Nordic Open fáast til keyps her:
https://www.atgongumerki.fo/3284768/nordic-open-2025

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder