Hondbóltur

Ungdómslandslið hjá Føroyum og Íslandi hittast í dag

Hetta vikuskiftið og komandi vikuskifti verða fleiri landsdystir millum ungdómslandslið hjá føroyingum og íslendingum á skránni – Fyrsti dysturin hjá U16 kvinnunum byrjar kl. 13.

U18-kvinnurnar spæla í dag klokkan 15.30 (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

U18-kvinnurnar spæla í dag klokkan 15.30 (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

2022-06-04 10:11 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hetta vikuskiftið og næsta vikuskifti verða fleiri landsdystir millum ungdómslandslið hjá Føroyum og Íslandi, og fyrstu dystirnir verða spældir í dag.

Føroysku U16- og U18-kvinnurnar fóru til Íslands í gjár, har tær koma at spæla tveir landsdystir í Kórinn í Kópavági og næsta vikuskiftið koma íslendsku U16-menninir til Føroyar at spæla tveir dystir, skrivar heimasíðan hjá Hondbóltssamband Føroya.

Dystirnir eru liðir í fyrireikingum til komandi altjóða kappingar.

U16-kvinnurnar skulu spæla European Open í Gøteborg í døgunum 4. – 8. juli, meðan U18-kvinnur fyrireika seg til HM-endaspælið í Norðurmakedonia, sum verður 30. juli til 10. august. U16-dreingir skulu fyrireika seg til European Open í 2023.

Dystarskráin

  • Leygardagin 4. juni kl. 13.00 U16-kvinnur Ísland – Føroyar
  • Leygardagin 4. juni kl. 15.30 U18-kvinnur Ísland – Føroyar
  • Sunnudagin 5. juni kl. 13.00 U16-kvinnur Ísland – Føroyar
  • Sunnudagin 5. juni kl. 15.30 U18-kvinnur Ísland – Føroyar
  • Leygardagin 11. juni kl. 17.00 U16-menn Føroyar – Ísland
  • Leygardagin 12. juni kl. 17.00 U16-menn Føroyar – Ísland

Dystyrnir í Íslandi verða stroymdir á YouTube-rásini hjá íslendska hondbóltsambandinum HSÍ – YouTube, meðan dystir í Føroyum verða stroymdir á live.hsf.fo, skrivar Hondbóltssambandið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder