Kappróður

Ungir innirógvarar til DM

Kappingarnar verða í morgin, leygardagin.

2026-01-23 13:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í morgun fór ungdómslandsliðið í inniróðri við Atlantsflog til Danmarkar. Ferðin gekk til Gladsaxe, har føroysku rógvararnir í morgin skulu kappast í donsku meistarakappingini – DM – í inniróðri.

Eftir fleiri landsliðssamlingar og miðvísa fyrireiking tær seinastu vikurnar, er liðið nú klárt at royna seg í einum altjóða kappingarumhvørvi.

Tobias S. Kempf er føroyskur landsliðsvenjari.

Fyri ungdómslandsliðið er DM ikki bara ein kapping um úrslit, men eisini eitt týdningarmikið stig í menningini sum íðkarar. Kappingin í Gladsaxe gevur teimum royndir í einum øðrum kappingarumhvørvi, og er ein liður í arbeiðinum at menna føroyskan inniróður á altjóða stigi, skrivar Róðrarsambandið.

Á skránni í DM í inniróðri í Gladsaxe er bæði sprint og teinarógving, har yngru bólkarnir kappast á 2-4 minuttir, meðan eldru rógvararnir skulu royna seg á klassiska 2.000 metra teininum.

Hesi fingu landsliðsboð til DM-kappingina:

U11 dreingir: Rókur Kruse, Eiðis Róðrarfelag
U12 dreingir: Ravnur Restorf, Norðdepils-Hvannasunds Róðrarfelag
U12 gentur: Jóhanna Karstinsdóttir, Eiðis Róðrarfelag
U13 dreingir: William Holm Kilgour, Vágs Kappróðrarfelag
U14 gentur: Amanda Santos Davidsen, Argja Róðrarfelag
U15 dreingir: Rókur Strøm, Argja Róðrarfelag, Arnar Daniel Hjaltason, Vágs Kappróðrarfelag og Yngvi Beder Grástein, Vágs Kappróðrarfelag
U15 gentur: Sirið Mørkøre, Eiðis Róðrarfelag, Victoria Høghamar, Eiðis Róðrarfelag og Anna Drós Sommer, Eiðis Róðrarfelag
U17 gentur: Vár í Húsunum, KÍF Kappróður
U19 dreingir: Pauli Joensen, Kappróðrarfelagið Tindur 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder