Fótbóltur

Næstan útselt á Tórsvølli

Tað verður íhvussu er nær við fult hús í annaðkvøld, tá Føroyar og Aserbadjan hittast í týðandi Nations League-dysti.

2018-10-10 18:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska A-landsliðið hjá monnum skal í morgin royna at tryggja sær trý týdningarmikil stig í í bólki C í Deild D í UEFA Nations League. Uppgávan er Aserbadjan á Tórsvølli, og tað verður næstan fullsett og allarhelst larmandi á tjóðarleikvøllinum.

Nú langsíðan, har gamla FSF-húsið var, er undir umbygging, er pláss fyri áleið 3500 áskoðarum á Tórsvølli. Frá FSF frætta vit, at áleið 300 atgongumerki eru eftir til dystin í annaðkvøld. Til dystin ímóti Malta, ið var fyrsti dystur í Nations League var áskoðaratalið 3234. 

Skansin, ið húast við FSF-byggningin beint aftanfyri málið í syðra enda, er til reiðar at aftur skapa ein frálíkan stemning í morgin. 

Lars Olsen hevur úttalað seg um týdningin av heimavøllinum í bólkinum, har Føroyar eru eitt stig frammanfyri Aserbadjan og eitt stig aftanfyri Kosovo, ið kemur á vitjan sunnukvøldið.

Føroyska liðið hevur havt sína seinastu venjing í morgun, har tíðindafundur var á skránni áðrenn. Dysturin í annaðkvøld byrjar klokkan 19.45.

Rættað og uppdaterað  10/10: 18.48


(Mynd: Sverri Egholm) 

Les eisini: 

Lars Olsen: - Vit møta við sterkasta liði hvørja ferð

Vit eru væl fyri og fara eftir sigrinum




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder