Annað

Væleydnað fimleikakapping í vikuskiftinum

Leygardagin skipaði havnarfimleikafelag fyri kapping í estetiskum fimleiki.

(Mynd: Haldur Suni Johansen)

(Mynd: Haldur Suni Johansen)

2023-12-10 18:27 Author image
Lív Rúnadóttir
placeholder

Havnarfimleikafelg skipaði aftur í ár fyri jólakuppi, sum er ein kapping fyri tey estetisku fimleika liðini.

Hetta er triðju ferð at Havnarfimleikafelag hevur skipað fyri jólakuppi, og aftur í ár eydnaðist tað avbera væl. Kappingin fór fyri fyrstu ferð fram í nýggju høllini á Fløtum. 

Tað var sera tætt millum tey 19 liðini, sum vóru meldaði til. Feløgini, ið luttóku vóru Havnarfimleikafelag, Ljósið, Støkk og Klaksvíkarfimleikafelag. 

HF Bjalla vann hjá pinkum, HF Nora vann hjá smágentum, Ljósið Norma vann hjá gentum, Støkk rósan vann hjá unglingum og ljósið Lyra vann hjá kvinnum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder