Fótbóltur

Venja nú í sólini í Spania

Fríggjadagin er ársins fyrsti dystur hjá A-landsliðnum við monnum á skránni. Talan er um venjingardyst móti Liktenstein.

Góðar umstøður eru í Marbella, har veðrið var ógvuliga gott í gjár (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

Góðar umstøður eru í Marbella, har veðrið var ógvuliga gott í gjár (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

2024-03-20 19:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir 2. umfar í Betrideildini varð landsliðssteðgur. Tað er altjóða landsliðsvindeyga hjá monnum eina viku fram afturat, har summi lond spæla um EM-pláss.

Onnur eru á venjingarlegu og skulu spæla venjingardystir. Mánadagin gekk leiðin hjá føroyska A-landsliðshópinum suðureftir. Eins og summi av undanfarnu árunum er venjingarleg á skránni í Marbella.

Har fáa spælarar D-vitaminir. Í dag hevur sólin ikki so nógv frammi, men tað var hon millum annað í gjár, tá umleið tjúgu hitastig vóru undir venjingini.

Umstøðurnar eru góðar, og nú hevur hava Håkan Ericson og hansara menn góða tíð at arbeiða við ymiskum viðurskiftum. 

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]Myndir: Hans Erik Danielsen/FSF

Føroyska manslandsliðið hevur tíggju dystir á skránni í 2024. Tann fyrsti er móti Liktinstein, ið Føroyar hava spælt sjey dystir ímóti áður. Allir hava verið venjingardystir, og Føroyar hava vunnið allar.

Seinast var júst á Marbella fyri tveimum árum síðani (1-0). Í 2021 vunnu Føroyar sín størsta sigur í almennum skrásettum A-landsdysti (5-1), tá liðini hittust á Tórsvølli.

Dysturin á Marbella verður fríggjadagin 22. mars klokkan 17. Týsdagin, 26.mars, spæla Føroyar í Danmark.

Hópurin til venjingarleguna og venjinnardystirnar móti Liktinstein og Danmark:

Málverjar: 
Teitur Matras Gestsson, HB 
Mattias Lamhauge, FC Fredericia (Danmark)
Bárður á Reynatrøð, Víkingur

Verjuspælarar: 
Hanus Sørensen, HB
Viljormur Davidsen, HB
Daniel Johansen, Thisted FC (Danmark)
Magnus Egilsson, B36
Bartal Wardum, HB
Andrias Edmundsson, MKS Chojniczanka (Pólland)
Hørður Askham, AB (Danmark)
Jann Benjaminsen, B36

Miðvallarar:
Gunnar Vatnhamar, Vikingur Reykjavík (Ísland)
Mads Boe Mikkelsen, KÍ
Arnbjørn Svensson, Víkingur - heilt nýggir í A-landsliðshøpi
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
René Shaki Joensen, KÍ
Brandur Hendriksson Olsen, Fredrikstad FK (Noreg)
Adrian Rúnason Justinussen, Hillerød Fodbold (Danmark)
Andrass Johansen, B36
Hannes Agnarsson, B36

Áleyparar:
Pætur Petersen, KÍ
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ
Petur Knudsen, NSÍ
Jóan Símun Edmundsson, FC Shkupi (Norðurmakedónia)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder