Hondbóltur

Verða ikki nógv fleiri enn 150 íslendskir áskoðarar til hálvfinaluna í Herning

Danmark hevur stóran heimavallarfyrimun í kvøld. Jón Halldórsson, formaður í HSÍ, sigur, at tað er frustrerandi, men at talan í stóran mun er um ein fíggjarligan spurning. Dysturin byrjar kl. 19.30.

Ísland er kent fyri at hava nógvar og mælskar fjepparar við til endaspøl. Hetta sást og hoyrdist í Malmö, og hjálpti tað avgjørt eisini liðnum - verri verður í kvøld (Mynd: EPA)

Ísland er kent fyri at hava nógvar og mælskar fjepparar við til endaspøl. Hetta sást og hoyrdist í Malmö, og hjálpti tað avgjørt eisini liðnum - verri verður í kvøld (Mynd: EPA)

2026-01-30 10:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Danmark skal í kvøld spæla uttan skadda strikuspælaran Emil Bergholdt, og harvið verða bert tveir veruligur strikuspælarar í hópinum hjá Nikolaj Jacobsen í hálvfinaluni móti Íslandi.

Hinvegin hevur Danmark stóran heimavallarfyrimun. Eitt er at spælt verður í Jyske Bank Boxen, men sambært formanninum í íslendska hondbóltssambandinum (HSÍ), so verður tað í byrjanarstøðinum bert umleið eitt prosent av áskoðarunum í "Boxini" íslendingar.

- Skipanin hjá evropeiska hondbóltssambandinum er so, at hvørt hálvfinalulið í fyrstu syftu bert fær 100 atgongumerki. Síðani kann man keypa meira. Vit fingu 50 atgongumerki afturat, men vit hava ikki fíggjarliga rásarúmið at til dømis keypa nøkur hundrað atgongumerki afturat, staðfestir Jón Halldórsson.

Í viðtalu við Visir vísir Halldórsson á, at atgongumerki fyrst og fremst eru til starvsfólk og stuðlar hjá HSÍ og til familjur hjá spælarum. Men ikki eingongd familjur hjá øllum spælarum fáa atgongumerki til fyrstu íslendsku EM-hálvfinaluni í 16 ár.

- Tað er frustrerandi. Vit sótu alt hóskvøldið og vóru uppi alla hósnáttina og royndi at skaffa fleiri atgongumerki, men har er so at siga einki at gera. Kanska tað koma nøkur heilt fá afturat áðrenn hálvfinaluna hendan vegin. Vit eru bara vónbrotin um, at so fáir av okkara fjepparum sleppa til stóra dystin.

Formaðurin í HSÍ sigur tó eisini við Visir, at nakrir ídnir fjepparar hava á onkran hátt fingið fatur á nøkrum atgongumerkjum til Ísland - Danmark. Í Malmø gjørdu mongu og mælsku íslendsku fjeppararnir av álvara um seg.

Tíverri sær tað út til, at tað ikki verður nøkur jøvn kapping á áskoðaraplássinum: 150-200 íslendingar móti túsundtals dønum á pappíinum, tó at sonevndi "svarti marknaðurin" kann hjálpa Íslandi nakað: Tað gera EHF og donsku fyriskipararnir í øllum førum ikki.

Jyske Bank Boxen tekur 15.000 áskoðarar til slíkar dystir. Ferfaldu donsku heimsmeistararnir, við Jóhan á Plógv Hansen á høgra vongi, verða mettir sum stórfavorittur til hálvfinaluna.

Sí eisini: Jóhan á Plogv Hansen: Tað er deiligt at hava størri leiklut

EM-hálvfinalur
Fríggjadagin 29. januar 2026 - Jyske Bank Boxen
16.45: Týskland - Kroatia (RÚV, TV2 Sport/TV2 Play
19.30: Danmark - Ísland (RÚV, TV2/TV2 Play)

Les eisini: Hetta er skelkandi: - Skuldu inn í bussin sum frystir høsnarungar og koyra í yvir fýra tímar


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder