Fótbóltur

Vertirnir við til at seta 2. umfar í gongd

Stórur spenningur í Týsklandi. Albania og Kroatia leggja fyri klokkan 14, áðrenn Týskland kann spæla seg víðari í Stuttgart. Skotland og Sveis stríðast um stig klokkan 20.

2024-06-19 11:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sætti EM-dagurin er samstundis tann fyrsti, har lið spæla fyri aðru ferð í endaspælinum.

Tríggir dystir eru á skránni - tveir í bólki A og ein í bólki B

EM 2024 - 2. umfar í bólkaspælinum

Bólkur A:
1.Týskland 3 stig
2. Sveis 3 stig
3. Ungarn 0 stig
4. Skotland 0 stig

Mikudagin 19. juni (í dag)
17.00: Týskland - Ungarn
20.00: Skotland - Sveis

Bólkur B:
1. Spania 3 stig
2. Italia 3 stig
3. Albania 0 stig
4. Kroatia 0 stig

Mikudagin 19. juni (í dag)
14.00: Albania - Kroatia

Tvey lið koma víðari úr hvørjum bólki, umframt fýra teir bestu trý'ararnir.

Balkan-londini í bólk B leggja fyri í Hamburg. Har hava bæði tørv á stigum. Albania og Kroatia taptu fyri ávíkavist Italia og Spania í fyrra umfari, har kroatar kunnu vera meira ónøgdir við sítt avrik. Nú skulu Modric og liðfelagarnir reisa seg.

Sí eisini: Spania og Italia vunnu sær fyrminunin í bólkinum

Í bólki A taka vertirnir ímóti Ungarn, og kann liðið hjá Julian Nagelsmann sum so spæla seg víðari. Tað snýr seg um at byggja á góðu taktirnar frá 5-1 dystinum móti Skotlandi.

Skotar skulu reisa seg, men tað verður trupult móti stinna Sveis í Köln. Lagt er tó upp til tættari dyst.

Kringvarpið vísir tveir teir fyrstu dystirnir í dag. Skotland - Sveis er á TV2.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder