2026-01-15 08:54
Tað er ein sonn føroysk innrás í norska høvuðsstaðnum í hesum døgum í sambandi við EM-endaspælið.
Einir 6000 føroyingar verða savnaðir í Oslo næstu dagarnar og í dag flúgva heili 10 flogfør úr Vágum til Gardemoen í Oslo.
Trý teirra eru longu farin á flog í morgun, og seinnapartin verður aftur ein stór sending við trimum flogførum, og síðan fýra í kvøld.
Í morgin eru fýra tað fýra flogfør sum flúgva til Oslo.
Norrøna er á veg til Oslo við 1000 ferðafólkum umborð og leggur at bryggju klokkan 7 í morgin árini.
Føroyar spæla fyrsta dystin í EM-endaspælinum móti Sveis í annaðkvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald