Fótbóltur

Video: - Alfa og omega er at fáa Føroya fólk við

- Vit hava ikki verið nóg góðir til at skapa góðan stemning um landliðið, staðfestir Jóan Símun Edmundsson. Hann er glaður fyri at vera aftur í Riga og setur eisini orð á dyst nummar 90 og á lítlabeiggjan.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-09-09 16:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Riga, Lettland (Portalurin) - Hann skoraði til 2-0 fyri Føroyar á júst hesum leikvøllinum í 2016.

- Hetta var ein av heilt stóru løtunum á landsliðnum, og gevur tað eina positiva kenslu at vera aftur - sum man kanska kann brúka í morgin.

Hetta sigur Jóan Símun Edmundsson við Portalin undan dagsins venjing. Tað er ikki so ofta, at Føroyar vinna á útivølli, men tað gjørdi man fyri átta árum síðani á Skonto leikvøllinum í HM-undankappingardystinum.

Nú fer man aftur eftir sigri móti Lettlandi. Tað staðfestir Jóan Símun, sum eisini viðurkennir, at føroyska landsliðið hevur tørv á at fáa "Føroya fólk við" og at fáa eitt "gott huglag kring landsliðið aftur" - eins og millum annað í 2016.

Sí eisini: Sølvi: - Landsliðið hevur tørv á undanvindi og at fáa fólk við

Hetta er nógv upp til spælararnar sjálvar, staðfestir 33-ára gamla toftmaðurin. Hann hevur nú spælt 90-landsdystir. Nakað sum Jóan Símun Edmundsson ikki hugsar nakað serligt um, men nakað sum hann er errin av:

- Tað er tað størsta sum føroyskur fótbóltsspælari: At spæla fyri Føroyar.

[object Object]
Jóan Símun Edmundsson til venjing á Skonto leikvøllinum (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Á Tórsvølli í dysti nummar 

Jóan Símun kundi heldur ikki lata vera við at smíla, tá vit spurdu hann um Andrias Edmundsson. Jóan Símun heldur, at tað er "fantastiskt" síggja yngsta beiggja sín blóma.

Sí alla samrøðuna ovast.

Sí eisini: Jóan Símun hevur nú spælt 90 A-landsdystir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder