Hann vardi føroyska málið fyri fyrstu ferð, tá Føroyar fyri fyrstu og higartil einastu ferð higartil spældu móti Norðurmakedónia. Hetta var í venjingardysti í mars í fjør.
Nú verður talan um kappingardyst á Tórsvølli. Bárður á Reynatrøð spældi venjingardyst í Noreg í november og kom inn fyri skadda Mattias Lamhauge í Albania fýra dagar seinni.
Bárður á Reynatrøð kemur inn fyri Mattias Lamhauge í tí, sum varð ein málleysur javnleikur í Tirana (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Tá helt leirvíkingurin málið reint, og í morgin skal hann royna at gera tað sama. Alt bendir á, at 24-ára gamli málverjin hjá Víkingi skal verja føroyska málið tvey tey frystu umførini í Nations League.
Mattias Lamhauge er skaddur, og Teitur Matras Gestsson fór úr leguni í gjárkvøldið. Royndi HB-málverjin er ikki nóg birgur at spæla dyst.
Sí eisini: Teitur Gestsson ikki við til fyrstu dystirnar
Kristian Joensen er komin inn í hópin...
...her eru hann og Kristian Joensen til venjing í Hoyvík seinnapartin (Myndir: Sverri Egholm)
Sí eisini: (Myndir: Løgdu seinastu hond á fyrireikingarnar í Hoyvík)
Bárður á Reynatrøð var við á dagsins tíðindafundi. Hann er upplagdi fyrstimálverji í núverandi hópi frammanfyri Silas Eyðsteinsson og júst tilkallaða Kristian Joensen.
Bárður á Reynatrøð segði millum annað við Portalin, at hann kendi seg væl fyrireikaðan til at liva dreingjadreymin; eisini at hann hevur ment seg seinastu 18 mánaðirnar ella so. Júst í ár gongur tað heilt væl hjá Bárði og Víkingi - í morgin er ein landsliðspróvtøka.
Sí alla samrøðuna ovast
Sí eisini: Andrias Edmundsson: Havi tikið ábyrgd í øllum mínum landsdystum
Skulu taka av okkara møguleikum og finna røttu balansuna millum at tora at spæla og at vera kyniskir, staðfesti Bárður á Reynatrøð (Mynd: Sverri Egholm
Nations League Deild C, bólkur 4
1. umfar, leygardagin 07.09
14.00: Føroyar - Norðurmakedónia
Atgongumerki kunnu keypast her
Portalurin hevur beinleiðis blogg av Tórsvølli í morgin. Vit hava myndir av landsdystinum og taka aftaná samanum við teksti og samrøðum.
Kringvarpið vísir dystin, og FM1 hevur beinleiðis frásøgn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald