- Vit hava heimsstjørnur og so meg sum rosinuna í pylsuendanum.
Soleiðis heldur Tórður Skorheim Guttesen fyri við eyðmjúkleika og einum smíli - dagin fyri málverjin skal til EM-endaspælið.
- Tað er løgið, hvussu lagnan kann vera, og í morgin verður tað: Til tann størsta pallin av øllum.
Sí eisini: Elias á Skipagøtu vandi við í løtum - Óli vandi fyri seg sjálvan
Hesum hevði 28-ára gamli havnarmaðurin ikki roknað við, tá hann stutt fyri jól fekk boðini um, at hann skuldi við til Oslo sum avloysari hjá skadda Aleksandar Sasha Lacok.
- Tað var 21. desember, haldi eg, at eg fekk boðini...eg má siga, at tá stigið er blivið so høgt á landsliðnum, at tað fyrsta eg kendi var panikkur: At eg hugsaði, at "nú má eg í gongd - nú skal okkurt henda".
Hetta staðfestir Tórður heldur flennandi í Høllini á Hálsi undan seinastu venjingini hjá EM-hópinum undan fráferð til Noregs.
- Men ja; eisini stoltleiki og eitt sindur eisini takksemi. Tað er ófatiligt, at eg fái hendan møguleikan í tí støðuni, sum eg komi frá.
![]()
Tórður Skorheim Guttesen (nummar 12) tl venjing á Hálsi í dag. Tá Sasha gjørdist skaddur vóru boð eftir honum (Mynd: Sverri Egholm)
Málverjin hjá Kyndli átti annars stóran leiklut í FM-gullinum í fjør, men hann vísir á, at hansara dreymur um eina framtíð á landsliðnum var farin. Sambært handballstatz.com hevur Tórður spælt 10 skrásettar A-landsdystir.
Tórður Guttesen staðfestir, at stigið á landsliðnum er munandi hækkað, síðani hann var við seinast - men at hann fer at gera alt fyri at gera mun fyri liðið í Oslo, har tørvur er á tí.
Sí samrøðu við Tórð Skorheim Guttesen ovast
Føroyski EM-hópurin fer til Oslo í morgin. Portalurin og FM1 eru við á ferðini, og hava vit nógv tilfar næstu vikuna
Sí eisini: Myndir: Seinasta venjingin undan fráferð til Oslo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald