Oslo, Noreg (Portalurin): Flest málstig og upplegg í allari kappingini higartil. Tað er Óli Mittún vit tosa um, og forrestin, so er hann bara 20 ár.
Sí eisini: Óli hevur flest upplegg og málstig í kappingini
![]()
Nummar 78 brølar sína gleði út eftir eitt av sínum níggju málum
Tormóður Petursson Djurhuus og Mark Lausen-Marcher vóru gestir í dag hjá Pæturi Nolsøe í EM-sendingini á FM1, sum verður send hvønn dag millum 11 og 12.
Millum annað prátaðu teir um Óla Mittún, sum hevði eitt framúr avrik í 37-24 sigrinum móti Montenegro sunnukvøldið: Hann skoraði hann níggju mál og legði upp til 11 mál, og hetta settu viðmerkjararnir orð á - stór orð.
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald