Fótbóltur

Video: - Hetta er stórt, tað sum vit gera

U21-landsliðsvenjarin er ógvuliga væl nøgdur við úrslitið móti Norðurmakedónia og serliga fyrra hálvleik. Hann sigur, at mongu áskoðararnir veruliga góvu nakað - nú fer liðið til Ukraina, har endamálið er at fáa stig.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-10-07 19:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Hon er góð, óluksaliga góð. Fáa vit eitt úrslit, so skulu vit altíð vera nøgt, tí hetta er stórt, tað sum vit gera - óluksaliga stórt.

Tað var ein ógvuliga fegin og errin landliðsvenjari, ið vit fingu orðið á eftir 1-1 javnleikin í Klaksvík.

Sámal Erik Hentze, ið hevur fingið stig í 60 prosent av sínum dystum sum U21-landsliðsvenjari, sigur, at Føroyar høvdu mótstøðuliðið akkurat har, sum teir vildu hava tað, í fyrra hálvleiki hálvleiki.

Málið hjá Norðurmakedónia hevði tó eina keðiliga ávirkan, men Sámal Erik er tó ógvuliga væl nøgdur við úrslitið, og endar við:

- Hví ikki eisini royna at fáa stig í Ukraina.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder