- Eg var eini tjúgu sekund á vøllinum í seinasta EM-endaspæli. Verður tað meira enn tað, so verði eg nøgdur.
Hetta segði Ísak Vedelsbøl við einum skálkasmíli, tá Portalurin tosaði við 21-ára gamla strikuspælaran í sambandi við venjing.
Ísak og liðfelagarnir fyrireika seg til annað EM-endaspælið á rað - seinast var sterki strikuspælarin spildurnýggur á landsliðnum, men nú er støðan ein onnur.
- Síðani havi eg spælt uttanlands, í millum annað evropeiskum dystum og spælt nakrar týðandi og truplar landsdystir. So man er 100 prosent eitt annað stað.
Ísak Vedelsbøl hevur spælt við IK Sävehof í eitt og eitt hálvt ár, men søgurnar senda hann til HØJ næsta summar. Ungi føroyingurin fyriheldur seg tó diplomatiskt, tá vit spyrja hann, um hondbóltsframtíðin liggur í danska høvuðsstaðarøkinum - har hann sjálvur er partvíst uppvaksin.
Vit komu eisini inn á føroysku vónirnar í EM-endaspælinum. Møguleikarnir at koma víðari síggja á pappírinum spennandi, men Føroyar skulu helst vinna á tveimum av hesum trimum mótstøðuliðunum: Sveis, Montenegro og Slovenia. Ísak staðfestir, at teir í føroysku leguni hugsa mest um fyrsta dystin (móti Sveis fríggjakvøldið 16. januar) og tað at royna at vinna fyrsta EM-endaspælsdystin í vaksnamannahondbólti.
Hoyr alla samrøðuna ovast
Sí eisini: Elias: - Vit ætla at standa okkum betri enn til síðsta EM-endaspæl
Føroyar og Italia spæla venjingardyst við Tjarnir fríggjakvøldið 9. januar klokkan 19 - og aftur sunnudagin 11. januar klokkan 17. FM1 og Portalurin verða til staðar við ymiskum frásøgnum, samrøðum og myndum.
Her ber til at síggja myndir frá matgerðini hjá føroyska EM-hópinum á Norrønu í gjár
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald