Oslo, Noreg (Portalurin): - At syngja tjóðsangin var heilt fantastiskt, og tað var ein fínur dystur.
Óli Mittún hevur sovið uppá stóru og serstøku upplivingina móti Sveis, og í samrøðu við Tormóð Petursson Djurhuus á spælarahotellinum í dag, setti GOG-hvirluvindurin orð á fyrsta EM-dystin - og á uppgávuna móti Montengro í Føroyum.
Tað er so at siga eitt krav at vinna hendan dystin, og Óli Mittún hevur góðar vónir.
Ungi føroyingurin, sum skoraði sjey mál í gjár og besta EM-málið á degnum, er ikki bangin fyri at siga, at Føroyar eru eitt betri hondbóltslið, og at hetta man vera veikasta liðið í bólkinum - tó hevur nummar 78 eisini virðing fyri, at Montenegro kemur við nøkrum dygdum og nógvari megi.
Sí eisini: Pauli Mittúm: Svakir áskoðarar - svakur stemningur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald