Hondbóltur

Video: Pauli er til reiðar til størri leiklut

Eg haldi bara, at tað er stuttligt at spæla á landsliðnum, og tað verður garrvilt fríggjakvøldið, staðfestir Pauli Mittún. - Hevði logið um eg segði, at støðan við Eliasi ikki hevur fylt nakað.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-01-14 20:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann hevur verið við á A-landsliðnum í yvir fýra ár og hevur í løtum spælt nógv.

Men í mun til seinasta endaspæl, har bakspælarin ikki var á vøllinum, kann Pauli Mittún fáa væl størri leiklut hesaferð.

- Tað eri eg til reiðar til, um tað skuldi verið. Eg haldi bara, at tað er stuttligt at spæla slíkar dystir, og eg taki hvønn minutt eg fái.

Eyðmjúki hoyvíkingurin er í gongd við eitt gott kappingarár í Team Sydhavsøerne saman við Pæturi Mikkjalsson - teir liggja til at flyta upp í bestu donsku deildini.

Nú snýr tað seg um EM-endaspæli saman við túsundtals føroyingum á staðnum, og hetta verður nakað serstakt, staðfestir Pauli Mittún fyri Portalinum undan kvøldsins venjing:

- Tað verður garrvilt til fyrsta dystin fríggjakvøldið: Tað at koma út til upphiting og bara merkja so nógvar málaðar føroyingar brøla og stuðla tær. Tað gleða vit okkum nógv til.

Sí eisini - video:
Pauli Jacobsen: - Eru í einari boblu - nú gleða vit okkum bara at koma í gongd
Fekk túrin til Oslo í jólagávu frá soninum

Myndir av dystarhøllini í Oslo og frá venjing

23-ára gamli bakspælarin setur eisini orð á skaðastøðuna hjá beiggjanum Óla og systkinabarninum Eliasi - og hvussu tað ávirkar. 

Hoyr samrøðu ovast

[object Object]
Elias Ellefsen á Skipagøtu, sum royndi at venja eina løtu, í vesti saman við Paula Mittún

[object Object]Pauli Mittún tók av álvara av í seinna venjingardystinum móti Italia sunnukvøldið - millum annað við fimm málum 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder