Eftir seinna venjingardystin móti Italia við Tjarnir fingu vit orðið á føroyska høgra vongin í kvøld.
Hákun West av Teigum spældi 60 minuttir og royndi seg í stórum løtum sum verjuspælari á bakkinum. 23-ára gamli hoyvíkingurin varð eisini javnsettur føroyskur toppskjútti við sjey málum - eins og Leivur Mortensen skoraði hann øll skotini av vonginum og brendi bert eitt brotskast í sigrinum.
Sí eisini: Leivur Mortensen: - Deiligt at fara til EM við hesari kensluni
Hákun helt, at Føroyar stóðu seg væl uttan Elias á Skipagøtu og í stórum løtum eisini Óla Mittún, og at nógvir vístu seg væl fram.
- Tað er týdningarmikið at halda rútmuni í spælinum og at arbeiða við relatiónum okkara - samstørvunum. Tað eydnaðist í stóran mun í kvøld.
Spældi móti stjóranum
Dystirnir móti Italia vóru heldir serstakir fyri Hákun West av Teigum, sjálvt um hann ikki hugsaði so nógv um tað.
Umframt at vera landsliðsvenjari hjá Italia, er nevndi Bob Hanning stjóri í Füchse Berlin - felagnum hjá Hákuni West av Teigum.
- Tað hevði verið stuttligt, um hann fekk eina útvísing í kvøld, so eg kundi arga hann eitt sindur, sigur føroyingurin flennandi.
Nú týska meistaraliðið hevur skrivað undir við Simon Pytlick og Dika Mem, helt greitt fyrsta val felagsins og hjá Føroyum á høgra vongi fyri, at "spælarar fara at standa í bíðirøð" fyri at spæla fyri Füchse.
Hoyr alt prátið við Hákun ovast
Sí eisini: Málveitsla og sigur áðrenn fráferð til Oslo
---------------------------------
Seinni EM-fyrireikingardysturin við Tjarnir
Sunnudagin 11. november
Føroyar - Italia 38-34
Dystargongdin
5 min: 3-5
10 min:7-7
15 min: 9-10
20 min: 12-12
25 min: 15-14
30 min: 18-17
35 min: 22-20
40 min: 25-24
45 min: 28-27
50 min: 30-30
55 min: 33-31
60 min: 38-34
Føroysku málskjúttarnir:
Hákun West av Teigum 7 (1)
Leivur Mortensen 7 (1)
Ísak Vedelsbøl 5
Pauli Mittún 5
Teis Horn Rasmussen 4
Bjarni í Selvindi 4
Vilhelm Poulsen 3
Ròi Ellefsen á Skipagøtu 2
Óli Mittún 1
Bjargingar:
Pauli Jacobsen 10
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald