Fótbóltur

Video: - Søguligu avrikini og Skansin geva okkum nakað eyka

Royndi vinstri bakkurin Viljormur Davidsen er sera glaður fyri at vera aftur á landsliðnum og sær nú fram til serstaka dysin móti Eysturríki í morgin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-10-08 13:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Vit hava eina góða søgu móti Eysturríki, og tað merkir sjálvandi okkurt, men vit verða noyddur at vera mentalt væl fyrireikaðir til júst hendan dystin.

Soleiðis segði 30-ára gamli Viljormur Davidsen á tíðindafundinum í FSF-húsinum í dag. Stutt aftaná tosaðu vit við hann, har vit spurdu hann um júst um søguna móti Eysturríki. Viljormur staðfesti, at góðu úrslitini í 1990 og 2008, og eisini avrikið í fyrra hálvleiki í Eysturríki í mars, onkursvegna gevur eina trúgv uppá tingini í morgin.

- Vit skulu spæla sum ein eind og ikki gera stór mistøk, ið kosta "løtt mál". 

Viljormur noyddist, eins og Ári Mohr Jónsson, í sóttarhald stutt eftir komu til Føroya í sambandi við seinastu landsdystirnar. Harvið varð hann noyddur at hyggja eftir dystunum í sjónvarpinum - nú fegnast hann um at vera aftur á Tórsvølli, har Skansin í morgin verður ein umráðandi viðspælari.

Viljormur Davidsen, ið hevur spælt hálvthundrað landsdystir, byrjar helst inni á vinstra bakki í annaðkvøld, har frysta bríksl verður klokkan 19.45.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder