Hondbóltur

Video: Stórt og torført at seta orð á - men vit royna

Eg og liðið hóska væl at spæla móti Montenegro, og hetta er tað feitasta, sigur toppskjúttin Óli Mittún. - Veit ikki hvat mamma og babba finna uppá í kvøld, nú Jana eisini spældi ein stóran dyst.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-01-18 19:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Oslo, Noreg (Portalurin): - Ja, tað er eitt sindur torført hjá okkum eisini.

Hetta staðfesti Óli Mittún smílandi, tá føroyski toppskjúttin skuldi royna at lýsa 13-máls sigurin hjá Montenegro: Tann fyrsti hjá einum manslandsliði í einum vaksnamannaendaspæli.

Les eisini: Stórur og søguligur sigur í Oslo

At hoyvíkingurin framvegis bert er 20 ár kann vera ringt at fata, tá man sær, hvat hann kann avrika á stóra pallinum.

Í kvøld megnaði Montenegro, við fyrrverandi franska heimsklassamiðverjanum Dider Dinard á síðulinjuni, als ikki at finna svar uppá spurningin: Hvussu steðgar man - ella bara tálmar Óla Mittún - eitt sindur.

- Eg haldi, at slíkar verjur hóska væl til mín, líkasum okkara verja hóskar væl til teirra spæl. Teir vóru tungir men deiligir at dansa við.

Óli Mittún skoraði tíggju mál og hevði heili 11 upplegg í kvøld

At føroysku fjeppararnir góvu nakað serstakt, kundi Óli lætlliga staðfesta. 

- Í mun at spæla í einari høll, so er hetta tað feitasta eg havi roynt. Man fekk sovorit "flow" við fjepparunum.

Jana Mittún hevur eisini spælt á evropeiskum palli í kvøld og spælt ein stóran dyst: Átta mál, umframt upplegg og høvuðbrýggj til verjuna í flottum javnleiki hjá Viborg í Fraklandi.

- Ja, eg veit ikki, hvat mamma og babba fara at finna uppá í kvøld! Jana hevur prikað okkum eitt sindur í seinastuni, men tað er bara stuttligt.

Hoyr samrøðu við føroyska toppskjúttan ovast

-----------------------------

EM 2026 bólkur B, 2. umfar
18. januar. Unity Arena
Føroyar - Montenegro 37-24 (19-12)

Dystargongdin: 
5 min: 3-3
10 min: 8-5
15 min: 11-7
20 min: 15-10
25 min: 17-11
30 min: 19-12
35 min: 20-13
40 min: 23-14
45 min: 26-17
50 min: 28-19
55 min: 33-22

Føroysku málskjúttarnir: 
Óli Mittún 9 mál 
(9 skot) - 11 upplegg
Hákun West av Teigum 9 
Elias Ellefsen á Skipagøtu 9
Leivur Mortensen 3
Teis Horn Rasmussen 3 
Ísak Vedelsbøl 2
Allan Norðberg 1 
Vilhelm Poulsen 1

Bjargingar: 
Pauli Jacobsen 16 (37 prosent) - dagsins spælari

Nógv meira seinni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder