
Hann hevur nógv ár og nøkur meistaraheitið á baki í heimlandinum, umframt 22 A-landsdystir fyri Noregi og eitt kappingarár í FCK. Í dag hevði hann sín fyrsta almenna dyst sum venjari í Føroyum, og tað gjørdist ein áhugaverd roynd hjá Magna Hoseth og liðið hansara.
KÍ fekk norska miðverjan Vegard Forren riknan av vølli eftir eina rokaliga støðu tíggju minuttor fyri steðgin, men liðið stóð síðani mentalu og fysisku royndina í undirtali, samsstundis sum vandamiklar støður vórðu skaptar frameftir, sigur Magne Hoseth við Portalin.
Hann fegnast um avrikið hjá millum annað ungu leikarunum, og tað at KÍ spælir sum eitt lið - ein eind - og at hetta verður týdningarmikið í oddastríðnum og í Evropa í ár.
Høvuðsvenjarin staðfestir, at KÍ skal hava meira breidd til hópin og væntar, at tað innanfyri næstu vikurnar verða betringar í álopsspælinum.
Mynd: Sverri Egholm
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald