Hondbóltur

Video: - Vit fjepparar kunnu geva spælarunum tað síðsta

Og tað fer ein áskoðarafjøld á 6.000 føroyingar at gera - har hava Føroyar ein fyrimun, staðfestir Harald Bjørgvin. Hann hevur verið á Munch-savninum, hitt eina rúgvu av føroyingum og vinnukavarin skal saman við aðrar vitja "kanska heimsins besta kaviskúlan" við Oslo-fjørðin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-01-15 21:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Oslo, Noreg (Portalurin): - Ein lítil føroyskur býur - ella í roynd og veru ein stórur føroyskur býur.

Soleiðis heldur Harald Bjørgvin heldur flennandi fyri. Hann er ein av mongu føroyingunum, sum er í býnum til EM-endaspæl - og tað er ikki hansara fyrsta.

Harald hevur spælt nógv hondbólt, og veit hvat fjepparar kunnu geva. Tí fær hann av álvara staðfest, at føroysku spælararnir, sum hann heldur nógv av - og eisini væntar nakað av - fáa góða hjálp í morgin og framyvir.

Nógvir føroyingar eru komnir til Noregs seinastu stóru 30 tímarnar, og nógv leggjast afturat. Fjepparin vit tosaðu við hevði upplivað eitt sindur av Oslo; millum annað Munch-listasavnið, meðan bíðað var eftir hotelkamarinum.

Vinnukavarin skal eisini vitja kendan kavaraskúla í Fagerstrand stutt áðrenn seinasta føroyska dystin í Oslo.

Hoyr samrøðu frá Clarion ovast

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder