Hondbóltur

Video: Danski finalusigurin á Týsklandi í Herning

Nógvir góðir smálutir og flott mál - millum annað eitt hjá Jóhan á Plógv Hansen - umframt stórar bjargingar. EM-finalan var leingi spennandi, men móti endanum fór Danmark frá og vann fyrsta EM-gullið í 14 ár.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-02-02 08:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Danmark var á heimavølli og vann aftur eina finalu, men tað var ikki so einfalt, sum endaliga støðan vísir.

Sjey mál á muni, tá samanum kom, men Týskland kroysti Danmark, sum millum annað varð rakt av skaðum á strikuni/miðverjuni. At Thomas Arnoldssen var aftur, gjørdi tó stóran mun, og liðið hjá Nikolaj Jacobsen hevði meira góðsku og kaldleika, tá samanumkom - eisini móti Andreas Wolff sum annars hevði 14 bjargingar.

Millum hesar var Jóhan á Plógv Hansen, sum var næstbesti málskjútti í finaluni við sjey málum (uppá átta skot) Eitt teirra sæst á 0.38 ovast ella her

Sí eisini: Jóhan á Plógv Hansen er evropameistari eftir stórt avrik

Hetta var fyrstu ferð síðani Svøríki í 2002, at ein vertstjóð vann evropameistaraheitið. Samstundis var tað fyrsta EM-heitið hjá Danmark síðani 2012.

Rasmus Lauge er tann einasti í hópinum, sum er tvífaldur evropameistari. Við fýra heimsmeistaraheitum á rað og Ol-gullinum í 2024, eru tó fleiri í hópinum, sum í dag verður heiðraður á Ráðhúsplássinum, við nógvum gyltum heiðursmerkjum - Jóhan hevur nú fimm. Sum vit skrivaðu um í gjár, hevur Danmark nú eisini øll tey trý stóru heitini á manssíðuni

Sí hæddarpunkt frá EM-finaluni ovast ella á Youtube-rásini hjá evropeisku hondbóltssamgonguni

EM-finala 2026
Sunnudagin 1. febuar 2026 - Jyske Bank Boxen
Danmark - Týskland 34-27 (16-14)

Les dystarfrásøgn her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder